Tað var eingin slingur í valsinum hjá teimum trimum, sum kappast um tey bæði plássini, ið eftir 27 umfør bera uppflyting til bestu deildina við sær.
07 Vestur, KÍ og TB vunnu, og einki av mótstøðuliðunum megnaði at skora ímóti teimum.
Oddaliðið 07 Vestur vann sannførandi 4-0 sigur á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, sum tvær ferðir fyrr í ár hava megnað javnleik ímóti vágamonnum.
Málskjúttar hjá 07 Vestur vóru Eli Falkvard Nielsen, Jens Erik Rasmussen, Jóhan E. R. Mouritsen og Holgar Djurhuus.
Hjá KÍ gekk tað striltið at fáa hol á, tí eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki, áðrenn Steffan Kallsø skoraði. Álvur F. Christiansen økti til 2-0, og innskifti Tórður Lervig staðfesti 3-0 sigurin við beinleiðis frísparki.
TB vann 2-0 ímóti teimum næstbestu hjá AB.
Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Rógvi Joensen setti hol á, og tað restaði eitt korter, tá ið Dan Mortensen - eftir stóra villu í AB verjuni - staðfesti sigurin.
Bjarni Jørgensen og Kristoffur Jakobsen vóru millum málskjúttarnar hjá EB/Streymi, sum vann 4-3 í Gundadali ímóti HB, og Víkingur sendi toftamenn úr Leirvík við 2-1 tapi. Merkisvert var tað, at Eli Simonsen bæði legði toftamenn á odda og javnaði við sjálvmáli. Fýra minuttir fyri leiklok skoraði Víkingur sigursmálið.
B68 hevur framvegis ikki vunnið, og nú er tað teoretiskt staðfest, at toftamenn ongan møguleika hava at sleppa undan niðurflyting. Tað eru átjan stig eftir at spæla um, og tað eru 20 stig frá B68 og fram til AB, sum er triði aftast.
TB-AB 2-0 (1-0)
1-0: Rógvi Joensen 29.
2-0: Dan Mortensen 73.
FC Hoyvík-KÍ 0-3 (0-0)
0-1: Steffan Kalsø 54.
0-2: Tórður Lervig 70.
0-3: Álvur F. Christiansen 73.
HB-EB/Streymur 3-4 (1-3)
0-1: Hallur Fláaberg 9.
0-2: Bjarni Jørgensen 29.
1-2: Tórður Hentze 31
1-3: sjálvmál 45.
2-3: Jógvan Andrias Nolsøe 79.
2-4: Kristoffur Jakobsen 83.
3-4: Óli Arge br 90.
07 Vesstur-NSÍ 4-0 (2-0)
1-0: Eli Falkvard Nielsen 21.
2-0: Jens Erik Rasmussen 32.
3-0: Johan Ejvind R. Mouritsen 59.
4-0: Holgar Djurhuus 77.
Víkingur-B68 2-1 (0-1)
0-1: Eli Simonsen 36.
1-1: sjálvmál 77.
2-1: Andras Mikkelsen 86.
Støðan
07 Vestur 45
KÍ 43
TB 42
EB/Streymur 35
HB 33
Víkingur 28
NSÍ 25
AB 23
FC Hoyvík 20
B68 3
TB og HB hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 21 dystir.
Mikudagin 15. september
FC Hoyvík-07 Vestur
EB/Streymur-B68
AB-KÍ
NSÍ-Víkingur