Ósannur og óseriøsur

Tað var nú spell, at formaður tjóðveldisfloksins, sum alment fekk høvið at seta hol á valstríðið til fólkatingsvalið í gjár, ikki legði seg á eitt hægri støðið, enn hann gjørdi. Í staðin fyri eina sakliga og fríska byrjan, so hevði Høgni Hoydal ikki annan boðskap at halla seg til enn ósannindir og so henda afturvendandi óseriøsa háttin at venda viðurskiftini á høvdið.


 

Lat meg fyrst siga, at eg als ikki var serliga spentur at frætta frá eykaflokstingi tjóðveldisfloskins, har spurningurin, um teir fóru at stilla upp ella ikki, skuldi viðgerast. Tjóðveldisflokkurin er jú vorðin ein sera trúgvur kandidatur, tá tað snýr seg um Fólkatingið. Men sum rímiligt er, ein kundi av røttum hugsað sær, at við tí politisku linju, hesin flokkur hevur ført seinasta valskeiðið, so átti Fólkatingið at verið seinasta staðið, teir fóru at bøna og biðja veljaran velja seg í. Men hvat - eitt er orð, annað er veruleikin.

So har var einki nýtt undir sólini.

Men tað sum eg mest av øllum beit merkið í, var at Høgni Hoydal legði fyri við at bera lygnina fram. Hann segði nevniliga í útvarpinum týsdagin (beinleiðis citat): "Allir aðrir flokkar fara inn í danskan partapolitikk". Hetta er ósatt, og Høgni Hoydal veit tað fullvæl, men er longu nú vorðin so drivin í hesum, at hann ikki longur sansar, at boðskapurin ikki er sannur. Skjótt gekk.

Jóannes Eidesgaard var valdur við tí greiða boðskapi, at eg ikki fór at verða partur av donskum partapolitikki. Eg fór ikki, sum mínir undangongumenn í Javnaðarflokkinum áður høvdu gjørt, at innlima meg í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum. Hetta lyftið er hildið fram til denna dag. Eg havi ongantíð so frægt sum verið inni á gólvinum hjá tingbólkinum hjá javnaðarmonnum á Christiansborg. Eg veit ikki so frægt, hvar teir halda til.

Valkvøldið í marts 1998 stóð á jøvnum millum teir borgarligu og stjórnina hjá Nyrup. 89-89. Við tí seinasta mandatinum, tí nr. 90, boðaði eg frá, at eg ikki fór at fella eina danska javnaðarstjórn, og tískil fekk hon ikki ein meiriluta ímóti sær og kundi halda áfram. Hennara parlamentariska grundarlag var 89, og parlamentariska grundarlagið hjá teimum borgarligu var 89.

Og um onkur kanska skuldi havt gloymt tað, so var tað júst mín uttanveltaða støða, sum gjørdi, at Birthe Weiss ikki gjørdist formaður fyri Fólkatingið. Atkvøðugreiðslan stóð á jøvnum 89- 89, og bert ein atkvøða út av 179 valdi ikki at atkvøða, nevniliga mín. Tískil mátti teir fyri fyrstu ferð í søguni kasta lut um, hvør skuldi verða formaður.

At enda, so veit Høgni Hoydal eisini fullvæl, at tá mítt navn stendur á talvunum aftan fyri røðarapallin, so stendur FÆR aftan fyri navnið, og merkir tað Færøerne. Hjá øllum øðrum stendur floksheitið eitt nú S fyri Socialdemokratiet, V fyri Vinstra o. s. fr. Hjá Óla Breckmann stendur K, ið merkir Koservativ Folkeparti.

Sjálvandi haldi eg eisini, at tað er rætt, at eitt fólkatingsumboð fyri Tjóðveldisflokkin verður uttanfyri danskan partapolitikk, og uttan iva verður tað lættari hjá tykkum, tí nú hava danir vant seg til hesa støðuna, ta tíð eg havi verið á Christiansborg.

So segði Høgni Hoydal í somu tíðindasending, at hann fór møguliga at stuðla einari danskari stjórn, um hon m.a. viðurkendi okkara sjálvsavgerðarrætt. Hesi boðini trúgvi eg, at báðir Rasmussennarnir verða glaðir fyri at hoyra, tí hesin sjálvsavgerðarrættur er longu staðfestur í samtyktina frá 10. mei 2001. Henda dag samtykti 91 atkvøður fyri og 11 ímóti, at tað er tað føroyska fólkið, sum ger av, hvussu ríkisrættarligu viðurskiftini verða millum Føroyar og Danmark. Hetta uttan mun til, um talan er um fullveldi ella framhaldandi samstarv í ríkisfelagsskapinum. Og júst her liggur sjálvsavgerðarrætturin.

At gera hetta til ein trupulleika er óseriøst.