Sarah Mahfoud ætlar at buka ein italienara

Hálvføroyski boksarin fer í ringin á Amager í kvøld.

Í kvøld er Danish Fight Night í Royal Arena á Amagar í Danmark, og ein av boksarunum, sum skal í ringin, er hálvføroyska Sarah Mahfoud.

 

Hon skal dystast ímóti 35 ára gomlu Veronicu Tossi úr Italia. Tað er boksidystur í fjaðurvekt, ið er næstlættasti vektflokkur í boksing. Flokkurin umfatar boksarar, ið viga millum 54 og 58 kilo.

 

Sarah Mahofud hevur vunnið 12 av 13 dystum sum professionellur boksari. Hon misti HM-beltið í fjør, men nú er hon við at byggja seg upp til nýggjan HM dyst. Veronica Tossi hevur vunnið 4 og tapt 1 professionellan dyst.

 

Sarah Mahfoud verður mett sum favorittur til boksidystin í kvøld.

 

– Eg veit ikki, um eg kann siga soleiðis, men eg gleði meg til at buka ein italienara, sigur Sarah Mahfoud.

 

Boksistevnan á Amager byrjar í klokkan 18 og heldur fram út á kvøldið. Sarah Mahfoud boksar næstseinasta dystin í kvøld.

 

Dysturin hjá Sarah Mahfoud kann síggjast ókeypis og uttan log-in á Pluto.tv