Sarina Wiegman sum avloysari hjá Gareth Southgate

Ítróttarstjórin hjá enska fótbóltssambandinum letur upp fyri, at niðurlendski landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum, Sarina Wiegman kann gerast landsliðsvenjari hjá manslandsliðnum

Niðurlendska Sarina Wiegman hevur gjørt tað framúr sum landsliðsvenjari hjá enska kvinnulandsliðnum.

 

Í fjør vann hon EM á heimavølli við Onglandi, og hesaferð hevur hon saman við Onglandi vunnið seg í HM-finaluna móti Spania, ið verður leikt í Sidney í Avstralia komandi sunnudag.

 

Áðrenn tað vann hon EM-gull og HM-silvur við niðurlendska kvinnulandsliðnum. 

 

USA hevur stóran áhuga í at fáa Sarinu Wiegman sum landsliðsvenjara hjá amerikanska kvinnulandsliðnum, og onnur fótbóltssambond hava eisini víst áhuga fyri at fáa Sarinu Wiegman at taka við einum landsliðsvenjarastarvi.

 

Men nú letur ítróttarstjórin hjá enska fótbóltssambandinum, Mark Bullingham upp fyri, at dugnaligi niðurlendski venjarin kann taka við sum landsliðsvenjari hjá enska manslandsliðnum, tá Gareth Southgate leggur frá sær.

 

Við enskar miðlar sigur Mark Bullingham: - Fólk siga altíð: "Hatta er besti maðurin til arbeiðið". Hví skal tað vera ein maður? Okkara svar verður altíð: "Tað er best egnaði persónurin til starvið", staðfestir Mark Bullingham. 

 

Sum er fær Gareth Southgate eina ársløn upp á tríggjar miljónir pund. Sarina Wiegman fær eina ársløn upp á 400.000 pund, so landsliðsvenjarin hjá monnunum fær næstan átta ferðir so nógv í løn sum landsliðsvenjarin hjá kvinnum. So tað liggur eisini ein stór lønarhækkan í luftini um Sarina Wiegman fer at venja enska manslandsliðið í framtíðini.