Sarita er aftur tvífaldur heimsmeistari

HM í inniróðri: Í gjár vann Sarita Hansen HM á 500 metrum, og í dag vann hon HM á 2000 metrum

Mynd: RSF

Hon hevur fleiri ferðir áður vunnið HM og aðrar altjóða kappingar, og aftur í gjár og í dag hevur Sarita Kristina Hansen av álvara gjørt um seg í HM kappingini í inniróðri.

 

Ætlanin var, at kappingin hetta vikuskiftið skuldi vera í Týsklandi. Tað bar ikki til orsakað av koronu.

 

Tí verður kappast kring allan heimin.

 

Í Føroyum verður kappast í høllini á Læraraskúlanum, har tað varð kappast í gjár og aftur í dag.

 

Í gjár luttók Sarita Kristina Hansen í kappingini á 500 metra teininum fyri kvinnur 30 – 39 ár í lættvekt. Hon átti bestu tíðina og er harvið heimsmeistari. Tíðin hjá henni var 01:39.3.

 

Í dag luttók Sarita Kristina Hansen í kappingini á 2000 metra teininum, og aftur í dag var hon fyrst á mál og er tískil heimsmeistari. Tíðin var 07:23.8

 

Í fjør vann Sarita Kristina Hansen eisini hesar báðar kappingarnar, og harvið hevur hon endurvunnið bæði HM heitini, sum hon vann í fjør.

 

Mynd: RSF