Flogfar neyðlendi: Rútur í stýrhúsinum sprekkaði

Flogfarið noyddist at lenda í Keypmannahavn, eftir at ein riva var komin í annan síðurútin

Eitt SAS-flogfar, sum var á veg úr Berlin til Stokkhólm, noyddist í dag at neyðlenda í Keypmannahavn.

 

Orsøkin var, veit Aftonbladet at siga, at glasið í tí eina rútinum í stýrhúsinum sprekkaði.

 

- Flogfarið setti ferðina munandi niður, eftir at flogskiparin hevði fortalt, hvussu vorðið var.

 

Hetta sigur eitt av ferðafólkunum við svensku ávísina.

Tíðindatænastan hjá SAS sigur við Aftonbladet, at ein riva kom í síðurútin í stýrhúsinum á SAS-flogfarinum.

 

- Flogfarið lendi í øllum góðum í Keypmannahavn sambært galdandi trygdarreglum, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

SAS-flogfarið lendi í Keypmannahavn í øllum góðum, veit SAS at siga