SAS og flogskiparar til samráðingar klokkan 9

SAS og umboð fyri flogskiparar í verkfalli fara í dag umleið klokkan 9 at taka uppaftur samráðingar um nýggjan sáttmála.

 

Tað skrivar svenska tíðindastovan TT, sum endurgevur Jan Sjölin, sum er ein av semingsmonnunum í málinum.

Flogskiparar hjá SAS hava síðani mánadagin í síðstu viku verið í verkfalli, sum ger, at nógv fólk eru strandað úti í heimi, og sum higartil hevur kostað frammanundan illa sperda skandinaviska flogfelagnum hundraðtals milliónir.