Tíðindaskriv frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Kendi og vælumtókti undirhaldarin Sasho Bjartsson stillar upp til býráðsvalið í heyst fyri Javnaðarflokkin.
- Eg takki so hjartaliga borgarstjóranum fyri hugskotið og nevndini fyri álitið, at geva mær høvið at stilla upp til býráðsvalið.
- Tað liggur mær sera nær á hjarta at seta dám á býráðspolitikkin og at virka fyri góðum samstarvi. Og eg vil fegin vera ein partur í at varðveita menningina og trivnaðin í høvuðsstaðnum, sigur Sasho Bjartsson.
Sasho fyllir 23 ár í vikuni og er serliga kendur innan ungdómsarbeiði, og frá t.d. Barnabata og Havnar Fimleikarfelag.