Sasja aftur til TB

Álopsmaðurin skuldi ætlandi verið alla seinnu kappingarhálvu, men trupulleikar eru við at fáa neyðugu pappírini úr Danmark

 

2. deild


Tvørámenn hava ikki staðið seg so væl, sum teir sjálvir høvdu vónir um, tá farið varð í holt við landskappingina. Eftir eina sera ringa byrjan, hava teir tó spakuliga fingið ferð á, og eru teir í løtuni næstfremst av teimum liðum, sum stríðast um at flyta upp til bestu deildina.

Í royndunum at styrkja um møguleikan fyri einari uppflytan, hevur felagið eisini leitað sær styrk uttanlands, og avtala er fingin í lag við ein gamlar kenning, sum áður hevur skotið nógv mál fyri tvørámenn.

Talan er um jugoslaviska áleyparan, 29 ára gamla Sasja Radosavljevic, sum í 1997 og 1998 spældi við TB, har hann bæði árini var greiður toppskjútti. Í 1999 spældi Sasja við GÍ, har hann í 13 dystum gjørdi 11 mál.


Seinkað

TB hevur sum sagt fingið avtalu við leikaran, og eisini viðvíkjandi FSF og øðrum føroyskum myndugleikum er alt fingið í rættlag.

Trupulleikin er tó, at enn er pappírsarbeiðið viðvíkjandi uppihalds- og innferðarloyvinum ikki avgreitt í Keypmannahavn.

Sum skilst, er nú liðin meira enn ein mánaði síðani, at umsóknin varð latin inn, og høvdu tvørámenn ætlað, at Sasja skuldi verða tøkur alla seinnu kappingarhálvu, men hetta varð so av ongum.

Mist vónina hava teir tó ikki, og nú verður bíðað við spenningi, um Sasja verður tøkur at spæla leygardagin, tá TB skal royna seg móti GÍ.