Stórtíðindini á tíðindafundi hjá HSF

Á tíðindafundi í dag, í sambandi manslandsdystirnar millum Føroyar og Rumenia, var eisini kunngjørt, at sáttmálin við Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjara, er longdur til januar 2026

Á tíðindafundi í dag, í sambandi manslandsdystirnar millum Føroyar og Rumenia, var eisini kunngjørt, at sáttmálin við Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjara, er longdur til januar 2026. Tað boðar Hondbóltssambandið frá.

 

Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri liðnum til næstu tvær undankappingarnar, HM25-undankappingin og EM26-undankappingin.

 

Peter Bredsdorff-Larsen tók við venjarastarvinum í 2021 og hevði upprundaliga ein tvey ára sáttmála.