Leygardagin tann 30. august er tunnilsdagur, og tá fara fólk frá ungdóms- og missiónhúsinum v.fl. á Glyvrum at skipa fyri marknaðardegi.
Fyri skjótt 40 árum síðani var ungdóms- og missiónshúsið tikið í brúk, og nógv fólk hava vitjað, talað, sungið, prátað og fingið ein góðan bita at eta í húsinum. Harumframt er húsið mangan brúkt til føðingardagar, konfirmatiónir, ymisk skeiðvirksemi v.m.
– 40 ár er ikki 40 dagar verður tikið til, og tíanbetur er húsið nógv brúkt og slitið niður. Nú skal, ella má nakað gerast við húsið, og tí verður byrjað við ymiskum átøkum fyri at skaffa fígging til ábøtur og umvælingar av húsinum, sigur stýrið fyri ungdóms- og missiónshúsið.
Missiónshúsið liggur senralt í býnum við góðum umstøðum rundanum og parkering, men húsið er bygt fyri 40 árum síðan, og ongar broytingar, dagføringar eru gjørdar, sum taka atlit fyri eitt nú fólki, sum hava torført at ganga igjøgnum trappur, køkurin er lítil og ikki tíðar-hóskandi, inngongd og vesi eru heldur ikki tíðahóskandi o.a., men sum nevnt er húsið nógv brúkt, og er tað eisini ætlanin framyvir, siga tey í stýrinum, sum heilsa øllum at verða hjartaliga vælkomin at vitja á marknaðardegum, sum verður í nýggja skótahúsinum í Runavík leygardagin.