Umhvørvisverndarfelagsskapurin Sea Shepherd var til staðar undir grindadrápinum í Vestmanna fyrradagin, og felagsskapurin stroymdi drápið beinleiðis umvegis Facebook.
Sea Shepherd hevur eftir øllum at døma fylgt við í uppskeringini eisini, og hevur fylgt við, tá rovini vórðu burturbeind.
Á Facebook síðuni Sea Shepherd Faroe Islands Campaign, hevur felagsskapurin lagt filmsbrot út, har ein kranabilur sleppir rovunum á sjógv uttan fyri Leynar, og út frá viðmerkingunum at døma fær burturbeiningin líka nógva øði í Sea Shepherd fylgjararnar, sum drápið sjálvt ger.
- Undir einum loyniligum sjóátaki í 2010, fann liðið hjá okkum ein gravstað nærhendis hvalvágni Leynar. Tíggjutals hvalakroppar lógu á havbotninum, og summir vóru órørdir. Føroyingar søgdu, at hetta var leivdir, ið ikki kundu etast, ella hvalir, ið høvdu sjúku, og sostatt ikki vóru egnaðir til matna, sigur Lamya Essemlali á Facebook.
Lamya Essemlali hevur verið í Føroyum fleiri ferðir í samband við átøk hjá Sea Shepherd, og hon er í løtuni leiðari fyri Sea Shepherd í Fraklandi.
- Tá vit síggja, hvussu Føroyingar tveita hesi ofrini burtur, gerst greitt, at teir hava onga virðing fyri hvalum ella delfinum - hvørki tá tey eru á lívi, ella eftir at tey eru dripin, sigur Rob Read, leiðari fyri átakið í Føroyum og fyri Sea Shepherd í Stórabretlandi.