Seðlarnir í Vági koma út klokkan 12

Grindin verður býtt til alla Suðuroynna

Í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Vági. Mett var, at hon var um eini 60 hval, men tað hilnaðist betur enn tað, tí tað eru 119 hvalir merktir.

 

Japur Vang, sýslumaður, sigur, at skift verður til alla oynna og nú er greitt, at seðlarnir koma út klokkan 12 og tað verður við havnarskrivstovuna í Vági, at teir ymsu grindabátarnir kunnu fara eftir seðlunum.