Seinasta fjórðingsfinalan í Firmakappingini verður millum Rit og Rák og Gráa Pakkhús hjá Skipafelagnum Seinasta fjórðingsfinalan í ?Spurnarrásini? - Firmakappingini hjá Rás2 verður í sendingini ?Morgunroðanum? hjá James Olsen og Eyðfinn Drewsen.
Kl. 11.15 fara Gráa Pakkhús hjá Skipafelagnum og Rit og Rák í SMS at kappast um at sleppa í hálvfinaluna. Talan verður sostatt um eina uppgerð millum tey bókligu og arbeiðsmennirnar á Eystaru Bryggju.
Vøruhúsið á Hjalla, Dagstovnurin í Fuglafirði og Tryggingarfelagið Føroyar hava longu tryggjað sær sæti í hálvfinaluni.
Kl. 11.40 fara Berghild Jacobsen og Jákup Sverri Kass frá Smyril Line at draga lut, um hvørjar fyritøkur skulu møtast í hálvfinalunum, sum verða ávikavist týsdagin 17. mars og hósdagin 19. mars.