Seinasta skúlaverkfallið hjá Gretu Thunberg

Heldur tó fram við stríðnum

Eftir at hava verið í verkfalli fyri veðurlagnum í 251 vikur, er Greta Thunberg í dag liðug við skúlagongdina og tí er seinasta skúlaverkfallið hjá henni í dag. Tað skrivar Greta Thunberg á Instagram vanga sínum.

 

Síðani august 2018 hevur Greta Thunberg, hvønn fríggjadag mótmælt uttanfyri svenska Ríkisdagin og aðrastaðni kring heimin.  

 

Hon ætlar sær tó ikki at gevast við at mótmæla fríggjadagar hóast tað ikki kann kallast skúlaverkfall meira.

 

##med2##