Tað byrjaði einki serligt fyri Hull ? eins og tað ikki endaði nakað serligt fyri felagið, sum bert fekk tvey ár í bestu deildini á hesum sinni.
Victor Moses legði heimaliðið, Wigan á odda, men tað eydnaðist Will Atkinson at javna fyri Hull, og tá Mark Cullen síðani legði gestirnar á odda, sá leingi væl út. Heilt fram til yvirtíðina, tá heimaliðið altso javnaði.
Við hesum hevur Hull 29 stig á 18. plássi, meðan West Ham á 17. plássi hevur 34 stig. Við bert einum dysti eftir at leika, er Hull dømt til niðurflyting til the Championship.
Í veruleikanum var Hull flutt niður undan dystinum í kvøld, tí málmunurin millum West Ham og Hull var so stórur, at tað bert var møguligt í teoriini at vinna hann inn aftur.
Í hinum dystinum í kvøld vann Blackburn Rovers 2-1 á Arsenal. Bronsuvinararnir komu annars fyrst í gongd, tá Robin van Persie skoraði til 1-0 til gestirnar eftir hornaspark.
Øll trý málini komu eftir hornaspark, og tað var David Dunn, ið javnaði fyri heimaliðið.
Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið trýst málverjan hjá Arsenal so mikið, at Chris Samba mitt í hálvleikinum fekk lagt Blackburn á odda.
Fyri Arsenal merkir tapið ikki annað enn eitt skarð á stoltleikan, meðan sigurin lyftir Blackburn upp á 10. plássið.