Seks av sjey kommunum í Suðuroy hava fólkavøkstur

Bert tann eina kommunan í Suðuroy hevur havt afturgongd í fólkatalinum seinasta árið

Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er vaksið 2,1 prosent seinasta árið

Seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið við 834 fólkum, og 1. juni búðu 53.358 fólk í Føroyum. Tað var ein vøkstur á 1,6 prosent.

 

Suðuroyggin er nú væl við í fólkavøkstrinum, og seks av sjey kommunum í Suðuroy hava havt fólkavøkstur seinasta árið.

 

Lutvíst størsti vøksturin í Suðuroy hevur verið í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum. Í Fámjins kommunu var fólkavøksturin 3,7 prosent, í Porkeris kommunu 2,8 prosent, í Tvøroyrar kommunu 2,1 prosent, í Vágs kommunu 1,2 prosent og í Hvalbiar kommunu 1,0 prosent. Bert í Sumbiar kommunu minkaði fólkatalið – tað minkaði 2,2 prosent.

 

Frá 1. juni í fjør til 1. juni í ár vaks fólkatalið í Suðuroy við 69 fólkum.

 

 

 

Fólktalið í Suðuroy 1. juni 2021

Hvalbiar kommuna: 679

Tvøroyar kommuna: 1.765

Fámjins kommuna: 85

Hovs kommuna: 103

Porkeris kommuna: 328

Vágs kommuna: 1.372

Sumbiar kommuna: 350

(Kelda: Hagstova Føroya)

 

Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er vaksið 2,1 prosent seinasta árið