Seks fólk fingu bót í nátt

Og hjá tveimum bilførarum er koyrikortið í vanda

Løgreglan hevur verið virkin í ferðsluna í gjár og í dag. Í hesum sambandi nakrir bilførarar tiknir.

 

Ein bilførari koyrdi so skjótt í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt skal hann upp til nýggja koyriroynd fyri at varðeita koyrikortið.

 

Tað merkir, at hann koyrdi ímillum 81 og 100 kilometrar um tíman og umframt at seta koyrikortið í vanda, fær hann eisini nakrar túsund krónur í bót.

 

Somuleiðis stendur ein bilførari til at missa koyrikortið, tí hann er skuldsettur fyri at koyra undir ávirkan av rúsevnum.

 

Annars hevði løgreglan eitt skipað átak í nátt, har tey steðgaðu bilum, fyrst og fremst fyri at kanna um bilførararnir vóru edrúir. Tað var víða um, bæði í Sandoy, á meginøkinum og í Eysturoy og Norðoyggjum, at ferðslan var kannað, so talan var um eitt umfatandi átak. Men allir bilførararnir vóru edrúur.

Annars fingu tvey fólk 1.500 krónur í bót í part fyri at bróta skilhaldsreglurnr, tí teir vóru so ólátaðir, at teir vóru til ampa fyri onnir fólk.

 

Tvey fólk fáa eisini bót fyri at hava smærri nøgdir av rúsevnum uppi á sær.