Seks kvinnur og tríggir menn eru dripin í skúlaskjóting í Eysturríki.
Tað boða landsins myndugleikar frá á tíðindafundi sambært Reuters.
Tann, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmaðurin, hevur eisini tikið lívið av sær sjálvum. Harvið er samlaða talið av fólkum, sum doyðu í skottilburðinum, komið upp á tíggju.
Onnur 12 fólk eru særd.
Sambært myndugleikunum er illgruni um, at gerningsmaðurin er ein 21 ára gamal eysturríkari, sum er fyrrverandi næmingur á skúlanum.
/Ritzau/