Skal tað eydnast at halda tær ætlanir um samferðsluútbyggingar, sum eru ásettar í fíggjarlógini í ár, er tað neyðugt at uppskotini verða løgd fyri Løgtingið nú.
Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, og tí vildi hann í Løgtinginum í farnu viku hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, hvørjar ítøkiligar ætlanir hon ætlar at seta í verk beinanvegin.
Annika Olsen sigur, at hon í hesi vikuni fer at leggja verklagslógir um seks samferðsluútbyggingar fyri Løgtingið.
Í Norðoyggjum er talan um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnilin Norður um fjall og uppskot um byrgingina um Haraldssund.
Í Eysturoy er ætlanin at leggja uppskot um vegin omanfyri Rituvík og omanfyri Skálafjørð.
Ì Skúvoy er ætlanin at leggja fram uppskot um nýtt havnarlag og somuleiðis er ætlanin at leggja uppskot fram um brúnna um Streymin.
Les eisini greinina: Svølgja ikki útspæli frá Anniku Olsen rátt