Seks tosaðu í handhildnari fartelefon og fingu klipp

Tað vísir ssg at vera trupult hjá bilførarum at lata telefonina liggja, tá koyrt verður í bili.

Í gjár hevði løgreglan eitt málrættað átak í norðurøkinum, har serliga varð hugt eftir, um bilførarar tosa í handhildnari fartelefon, meðan koyrt verður.

 

Og tað er ikki frítt, at tað gera bilførarar framvegis, tó at sektin fyri hetta brot á ferðslureglurnar nú bæði er bót og klipp í koyrikortið.

 

- Vit høvdu seks slík mál í norðurøkinum í gjár, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

Løgreglan hevði eisini átak í Klaksvík í gjár, har hugt varð eftir, um børn sita rætt íbundin, og her varð eisini eitt mál skrivað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Eitt slíkt mál gevur bæði bót og klipp í koyrikortið.

 

- Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðsutrygd liggur góð kunning um, hvussu børn eiga at siga íbundin, og eru foreldur í iva, er neyv kunning at fáa her, sigur løgreglan.