Seksæringurin Greipur liggur nú við Nólsoyar Páll

Tað er áhugafelagið Greipur, sum eigur seksæringin, sum nú er komin av Hvítanesi til Havnar liggja

Tað var kendi bátabyggjarin á, Eiði Símun Johan Wolles, sum bygdi seksæringin Greip í 1995.

 

Eftir nøkur ár í dvala hava kvinnur og menn í áhugafelagnum Greipi, sum hevur neyst uppi í Akkersvík á Hvítanesi, tikið stig til at pussa bátin upp og smyrja hann, og er hann nú loksins flotaður aftur. Hann hevur nú fingið loyvi frá Tórshavnar Havn at liggja framman fyri Nólsoyar Pálli um summarið, har hann er eitt prýði og gott íkast til Vágsbotn umhvørvi.

 

Ætlanin er at Greipur skal nýtast bæði av áhugafelagnum og øðrum, eitt nú skúlum, sum hava hug at seta seg við árarnar.

 

##med2##

 

Greipur er siðbundin bátur í gomlum sniði og er ætlanin at gagnnýta mentanarligan arvin, sum føroyski báturin er, siga fyrireikarar.

 

Eitt hugskot er frammi um – kanska næstu ólavssøku at rógva bisp til Havnar áðrenn skrúðgonguna, og at bispur verður tikin ímóti av prestum sínum í Vágsbotni. Síðani skal henda kirkjuliga skrúðgongan niðan til tinghusið áðrenn sjálva skrúðgonguna, sum fer úr tinghúsinum oman í kirkjuna.

 

Kanska eitt gott og nýtt hugskot til ólavsøkuna, tað var jú gamalt, at tað varð róð til Havnar til ólavsøku, heldur onkur av teimum í áhugafelagnum.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##