Seldu Mikines fyri 285.000 krónur

Tríggir málningar eftir Mikines eru seldir á uppboðssølu í Danmark

Mánadagin vórðu tríggir oljumálningar eftir Sámal-Joensen Mikines seldir á uppboðssølu hjá Bruun Rasmussen í Danmark. Ein fjórði málningur var eisini settur til sølu, men hann fekk ikki nóg høgt boð til at verða seldur.

 

Málningur av miðsummarbáli á Bornholm var mettur at verða verdur millum 40.000 og 50.000 krónur, men hann fór fyri meira enn tvífalt metingina. Málningurin varð seldur fyri 120.000 krónur umframt ómaksgjøld.

 

Ein málningur av grindadrápi var mettur at vera verdur 100.000 krónur og varð seldur fyri 110.000 krónur umframt ómaksgjøld.

 

Tann triði málningurin, ein náttúrumynd úr Kalsoynni, fór fyri 55.000 krónur, sum var eitt vet meira enn metingin segði.

 

Tann fjórði málningurin, sum var á uppboðssøluni, var náttúrumynd, sum skuldu vera verd 125.000-150.000 krónur, men boðini vóru ikki nóg høg, og tí varð málningurin ikki seldur hesaferð.

 

Málningar eftir Mikines verða javnan seldir á uppboðssølum í Danmark.