Selja fisk á internetinum

InterSeafood.fo í Fuglafirði arbeiðir við ætlanum um at selja fisk á internetinum. Sølan verður helst skipað sum uppboðssøla

 

Fiskasøla

Fuglafirði: Fuglfirðingar ætla at selja fisk um internetið. Tað er felagið InterSeafood.fo, sum Jón Nolsøe Olsen og Jóhan Joensen úr Fuglafirði standa aftanfyri, sum ætlar undir hesa áhugaverdu royndina. Jan Klein skal taka sær av dagliga rakstrinum.

Heimurin minkar alsamt, og nú er einki fyri at senda heilar kálvar gjøgnum telefonina, segði ein sandingur herfyri. Ella at selja hemara úr Fuglafirði beinleiðis til eina matsovu í Marseilles.

Á eini skrivstovu niðan móti vegnum í ovaru hædd í einum handilsbygningi í Fuglafirði situr ein klaksvíkingur og arbeiðir við at sleppa at selja fisk beinleiðis úr Fuglafirði til bæði fransar og jødar.

Jan Klein er dagligur leiðari á InterSeafood.fo. Hann greiðir frá, at teir arbeiða við at selja fisk beinleiðs á internetinum. Umsókn liggur hjá Fiskimálastýrinum, og nú verður bíðað eftir svari haðani. Heilt nágreiniliga, hvussu hendan sølan verður skipað, vita teir ikki rættiliga enn. Men helst verður tað sum ein uppboðssøla.

Ætlandi verður tað soleiðis, at skipið boðar frá, hvat teir hava at selja, og so verða hesir upplýsingar lagdir út á internetið, soleiðis at einhvør, sum áhugaður er, kann geva eitt boð.

Tað kunnu sjálvandi vera onkur ivamál í hesum sambandi. Eitt nú um tann, ið keypir, er seriøsur, hevur pening at gjalda við o.s.fr.

Men hetta skuldi verið rímiliga trygt, sigur Jan Klein, tí teir hava samband við feløg eitt nú í Danmark, sum beinleiðis liva av at kanna fíggjarstøðu, eigaraviðurskifti og tílíkt hjá slíkum feløgum, sum bjóða seg fram á internetinum.

Og hetta verður gongdin í framtíðini, væntar Jan Klein. Til dømis, nevnir hann, rokna norðmenn við at fara at selja fisk fyri einar fýra milliardir krónur á internetinum um bara fýra ár.

Jan Klein sigur, at InterSeafood.fo er ein partur av eini fyritøku, sum arbeiðir í fleiri londum. Teir selja fisk, skriva tíðindi og hava eitt nú upplýsingar um virki og fyritøkur, sum aðrir kundar so kunnu koma í samband við.

InterSeafood hevur samband við eitt felag, sum nevnist SGS on Site service, sigur Jan Klein. Hetta er fyritøka við umleið 800 skrivstovum ymsastaðni í heiminum. Hendan fyritøkan fæst eitt nú við góðskumeting av fiski, kjøti og alskyns matvørum.

InterSeafood.fo, sum føroyska deildin nevnist, hevur egna heimasíðu, har teir millum annað leggja tíðindi, sum hava við fiskivinnuna at gera. Tey eru fyrst og fremst um føroysk viðurskifti. Men eisini altjóða tíðindi, sum kunnu hava áhuga í Føroyum, verða løgd á síðuna. Eitt nú tíðindi úr Íslandi, Noreg og aðrastaðni úr heiminum.