Fara at selja grundstykki eftir nýggjum leisti

Nú fara tey í Nes kommunu at selja grundstykkir eftir einum nýggjum leisti, og nýggja skipanin verður tøk fyrstu ferð hósdagin hin 2. juni.

Nýggja grundstykkjaskipanin, sum Nes kommuna nú setir í verk, verður tikin í nýtslu hin 2. juni í ár. 

 

Kommunan hevur áður kunnað um, at tey nú fara at selja grundstykkir eftir einum nýggjum leisti.

 

- Skipanin virkar á tann hátt, at tøk grundstykki verða sett til sølu á heimasíðuni einaferð um mánaðin.

 

Leisturin er nú tann, at tann fyrsti, sum sendir inn umsókn, fær stykkið, siga tey í Nes kommunu. 

 

- Dagførdi sølulistin verður tøkur á heimasíðuni hvønn fyrsta yrkadag í mánaðinum klokkan 17, um annað ikki er fráboðað.

 

Í Nes kommunu siga tey, at nýggja skipanin verður tøk fyrstu ferð hósdagin 2. juni klokkan 17.

 

- Grundstykkini, sum verða til sølu, verða kunngjørd á heimasíðuni seinnapartin mánadagin, verður lagt aftrat.