Selja stórt og smátt

SØLA Klokkan er farin av nýggju henda mikudagin í farnu viku, og nú er ikki leingi til dagsins uppboðssøla skal byrja. Men her á Landingarmiðstøðini í Sørvági er eingin panikkur av hóma. Her er alt væl lagt til rættis og fyrireikað. - Vit eru í øllum førum til reiðar, sigur Wentzel Mouritsen, formaðurin á miðstøðini

Sørvágur: - Ja, nú verður spennandi at vita, um nakrir keyparar eru harúti, sigur Wentzel róligur.

Her er veruliga skil og sómi á øllum, hóast menn hava úr at gera: Úr skipslastunum kemur tann dýrabara veiðan uppá land. Á bryggjuni taka menn ímóti teimum hundraðtals kørunum, áðrenn trukkarnir flyta tey undir tak.

Inni á Landingarmiðstøðini verður eisini eitt stórt arbeiði gjørt, til tann týdningarmikla partin sum nú stendur fyri framman: Sjálv uppboðssølan.

- Í gjár seldu vit tvey tons. Meginparturin fór til Fiskavirking í Gøtu og til Nevið í Runavík, har tað verður skorið til flak, greiðir Wentzel frá.

DAGFØRING: Tá gjørt varð upp henda mikudagin í farnu viku - 27. november 2010 - vórðu 4.302 kilo seld, meginparturin toskur.



Sløg og støddir

Hóast stutt tíð er eftir til sjálv sølan skal byrja her í morgun, er kortini gjørt eitt stórt arbeiði frammanundan.

Longu dagin fyri byrjaðu teir fyrstu bátarnir at boða frá, at teir ynsktu landing. Ein av uppgávunum hjá Wentzeli er at skipa soleiðis fyri, at fólk eru at landa allar hesar bátarnar.

Sambært yvirlitinum frá Fiskamarknaðinum vóru 10 bátar og løgdu veiðuna upp til søluna í gjár. Av hesum vóru níggju teirra av Sandoynni.

Av tí at rættiliga væl at útróðrarfiski kom upp á land í gjár, má og skal hann verða skildur sundur í fiskasløg og støddir, áðrenn sjálvt uppboðið byrjar - tað er: longu klokkan níggju í morgun.

Skipanin er soleiðis, at Fiskamarknaðurin ringir til Wentzel klokkan 8, og so gevur hann teimum eina meting av, tí sum teir hava til dagsins sølu. Klokkan 9 verða so tølini send umvegis telefaks til teir, og síðani koma tølini á telduna og á Alnetið.

- Tá klokkan er 10 eru øll tølini komin út á heimasíðuna hjá Fiskamarknaðinum. Og so kann sølan byrja, greiðir Wentzel frá.

Arbeiðið hjá teimum á Landingarmiðstøðini er síðani at fáa fiskin út til teirra sum hava keypt hann, so skjótt sum gjørligt.


Telda - ikki menn

Treytin fyri at ein søla sum henda á Landingarmiðstøðini kann virka, er sjálvandi hon, at fiskur yvirhøvur kemur uppá land her í Sørvági.

Henda mikumorgunin varð tíðliga farið til verka á havnarlagnum. Longu klokkan 6 vóru teir fyrstu menninir klárir til at fáa tær fyrstu lastirnar uppá land.

- Vit byrjaðu at landa Drelnes tíðliga í morgun, og síðani Vesturskin. Annars landaðu vit Vesturvarða seinnapartin í gjár, vísir Wentzel á. - Og nú er so klárt at selja fiskin.

Aðrastaðni, til dømis á uppboðssøluni í Skagen verða sølurnar avgreiddar á annan hátt enn her. Her møta fiskakeyparar upp, fyri beinleiðis at bjóða ímóti hvørjum øðrum.

Her hjá Landingarmiðstøðini verður alt gjørt umvegis ein teldu. Her kann Wentzel tí fylgja við søluni umvegis ein telduskíggja, - eini sølu, ið kann taka stytti og longri tíð, alt eftir hvat og hvussu nógv er í útboði.

- Tað vísir seg, at eru stórar nøgdir, so kann sølan taka langa tíð. Er nøgdin hinvegin minni, verður tað sjálvandi avgreitt skjótari, vísir hann á.


Lítil upsi

Áhugavert er eisini at fylgja við, hvussu sølan gongur, og ikki minst, hvørjir keypararnir eru. Alt hetta gevur nýggja tøknin møguleikar fyri.

Á telduskíggjanum stendur í øllum førum greitt, at keypararnir koma úr øllum heraðshornum kring landið.

Ein onnur skipan er, at um til dømis eitt virki á Sandoynni keypir upsan hiðani av Landingarmiðstøðini í Sørvági, verður veiðan koyrd suður, samstundis sum útróðrarfiskurin haðani verður tikin við aftur vestur til Sørvágs.

- Tíverri hevur ikki verið so nógvur upsi at fáa í seinastuni, staðfestir Wentzel Mouritsen.





1158 pund

Umframt tær stóru lastirnar, fekk Landingarmiðstøðin somuleiðis væl av fiski frá útróðrarbátum.

Sambært Sandoyarportalinum tók miðstøðin ímóti fiski frá 10 útróðrarbátum, harav 9 teirra vóru av Sandoynni.

Tilsamans landaðu teir 8.604 pund, av hesum átti útróðrarbáturin Hvíthamar av Sandi 1158 pund.

Hinir bátarnir vóru: Birtu Lias, Boðaberg, Fiskaklettur, Katrin, Oddur Ytri, Orion, Røðin og Syðraberg sum allir eru av Sandoynni, umframt Sunnevu ið landaði umvegis Miðvágs Havn.