Selja tvey grundstykki - til fastbúgvandi

Um áhugi er fyri at byggja summarhús í Kunoy, ætlar kommunan sær at gera eina útstykking til endamálið. 

Í Kunoyar kommunu fara tey hin 1. juni at seta tvey grundstykki til sølu. Talan er um matr. nr. 150t og 150o. 

 

- Sambært reglugerð um grundøki og byggisamtykt fyri Kunoyar kommunu eru grundøkini sett av til sethúsabygging til fastbúgvandi.

 

Tað siga tey í Kunoyar kommunu.

 

Mælt verður til, at fólk, sum ætla sær at søkja um hesi grundstykki, kunna seg um galdandi reglugerðina fyri grundstykkini.

 

Í Kunoyar kommunu ætla tey sær eisini at gera ein bíðilista til fólk, sum ynskja at byggja summarhús í kommununi.

 

- Fólk, sum ynskja at verða á listanum til summarhús, kunnu venda sær til kommununa og biðja um at verða sett á listan.

 

Um áhugi er fyri at byggja summarhús í Kunoy, ætlar kommunan sær at gera eina útstykking til tað endamálið.