Semingsstovnurin kallar partarnar saman aftur

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) fóru klokkan 13 í dag á fund í Semingsstovninum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur sambært Kringvarpinum, at tvey umboð fyri hvønn part fara at umrøða tey mál, sum enn er ósemja um, og kanna, um grundarlag er fyri einum nýggjum semingsuppskoti.

Í síðstu viku vrakaðu bæði Heilsuhjálparafelagið og KAF eitt semingsuppskot um ein eitt ára sáttmála. Heilsuhjálpararnir mettu, at uppskotið gav ov lítið, meðan arbeiðsgevararnir hildu tað vera ov kostnaðarmikið.

Síðani hava ongar veruligar samráðingar verið, men nú hevur semingsmaðurin aftur boðsent pørtunum til fundar.