Senda beinleiðis frá avgerandi tíðindafundi um eina løtu

Nú klokkan 11 kemur landsstýrið við eini fráboðan um korona-støðuna

 

 

Nú klokkan 11 fer landsstýrið at halda tíðindafund um støðuna viðvíkjandi korona.

Útvarpsstøðin, FM1 fer at senda beinleiðis frá fundinum.

Fundurin verður rættiliga avgerandi, tí har fer landsstýrið at at kunna um høvuðstættirnar í hjálparpakka 3, sum mest er ætlaður at bjarga ferðavinnuni. Men landsstýrið fer eisini at kunna um, hvussu tað verður latið meira upp í føroyska samfelagnum.

So tað eru nógv, sum bíða spent, tí nú fáa vit at vita, hvussu verður við ólavsøkuni og øðrum stevnum og tónleikafestivalum, og vit fáa kanska eisini at vita, um markið til útlandið verður latið upp aftur, so at ferðafólk sleppa til Føroyar