Sendi tveir teldupostar

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton sendi bara tveir teldupostar tey átta árini, har var forseti.

Í savninum hjá Clinton Presidential Foundation eru 40 milliónir teldupostar frá forsetatíð hansara, men sjálvur hevur hann bara sent tveir teirra. Á øðrum hevur hann ikki skrivað eitt einasta orð, tí hetta var bara ein roynd at vita, um forsetin dugdi at senda ein teldupost, og um útgerðin riggaði, sigur Skip Rutherford, sum er leiðari á Clinton Presidential Foundation. Sambært Skip Rutherford hevði Clinton ikki stundir til at sita og skriva teldubrøv. Hann roknar heldur ikki við, at núverandi forsetin, George W. Bush, situr og skrivar teldubrøv um dagarnar.

Hitt teldubrævið ella rættari sagt tað einasta, sum Clinton skrivaði, var til senatorin og fyrrverandi rúmdarmannin John Glenn, og hann kann tí rósa sær av at vera tann fyrsti amerikanarin, sum var úti í rúmdini, og at hann hevur tað einasta teldubrævið, sum Bill Clinton skrivaði í sínari forsetatíð.