Sendiharrarnir kostaðu 155 túsund krónur

Vitjanin av stóra ferðalagnum av sendiharrum, sum vóru í Føroyum seinast 18. til 20. mai, kostaði 155.394 krónur.

18. til 20. mai var eitt stórt ferðalag av útlendskum sendiharrum til Danmark á vitjan í Føroyum. Ferðalagið taldi tilsamans 59 fólk úr 31 londum, umframt umboð fyri danska uttanríkismálaráðið og PET. 

 

Løgmaður var vertur fyri vitjanini og ferðalagið vitjaði millum annað Løgtingið, Vinnuhúsið, Bakkafrost, Listasavnið, Klaksvíkar kommunu, Ferðaráðið og Ríkisumboðið.

 

Løgmansskrivstovan hevur svarað eini innlitsumbøn frá in.fo, og sambært henni hevur vitjanin kostað løgmansskrivstovuni 155.394 krónur. Størstu útreiðslurnar eru til døgurða og tónleikaframførslu á Hafnia, sum kostaði 89.246 krónur og busskoyring undir vitjanini, sum kostaði 36.400 krónur.

 

Restin av útreiðslunum vóru í samband við vitjanir á ymiskum mentanarstøðum í Føroyum.

 

Vitjandi sendiharrar vóru úr Albania, Argentina, Avstralia, Eysturríki, Belgia, Kanada, Kina, Kyprus, Finland, Gana, Grikkalandi, Ungarn, Indonesia, Iran, Írlandi, Ísrael, Italia, Suðurkorea, Lettlandi, Litava, Luksemburg, Nepal, Niger, Pakistan, Portugal, Slovenia, Sveits, Tailandi, Uganda, U.S.A og Vietnam.