Seniorbólkurin hjá Havnar Sjónleikarfelag á pall við: Søgur úr Havn

Fyrst í februar fer Seniorbólkurin hjá Havnar Sjónleikarfelag á pall við: Søgur úr Havn

 

Carolina Heinesen fødd Restorff (1873 – 1944)  hevur skrivað  endurminningar úr Havn, frá hon var um 6 ára gomul. Við einum penni, sum minnir um William Heinesen, sigur hon frá Havnini og fólkunum har búgva.

 

Okkara søgur úr Havn hava fingið íblástur úr tilfarinum hjá Carolinu, men vit loyva okkum at hoppa eitt sindur runt í tíðarsetingini, so okkurt er langt áðrenn Carolinusa tíð, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Leikurin er skemtiligur, men eisini upplýsandi og í støðum syrgiligur, soleiðis sum lívið er – og eisini var fyri 100 árum síðani, tá ið Carolina var ung.

 

Sýningin er sett saman av smáum myndum  Øll fólkini sum vit møta á leiðini eru fólk sum hava búleikast í Havnini.

 

Tað, at Carolina hevur givið okkum hesa tíðarmyndina, er ein skattur.

 

Sýningarnar eru at finna á atgongumerki.fo