Sensatiónin lúrdi

HB smurdi ikki serliga sannførandi georgiska mótstøðuliðið av 3-0, og nú er tað væl skiljandi, at teir í meistaraliðnum iðra seg um, at teir ikki kendu sína vitjunartíð og vunnu uppaftur størri sigur og harvið rættin at halda fram í kappingini

Eftir 5?0 tapið í Georgia sá tað vónleyst út hjá HB. Eftir 3?0 sigurin á Tórsvølli mikukvøldið kann ein ikki lata verða við at spyrja, hvussu í allari víðu verð HB bar seg at við at tapa so stórt fyri georgiska liðnum á útivølli.
Georgiska liðið hevði ikki nógv at bjóða uppá. Teir vóru óivað nøgdir við at fáa ein javnleik, og tí lógu teir rættuliga aftarlaga á vøllinum. Framrættaða spælið hjá FC Wit gekk fyri tað mesta fyri seg soleiðis, at langar sendingar vórðu oystar fram ímóti stóra framherjanum Gaschasvili, men hann noyddist í allarflestu førum at lúta í luftini fyri einum sera vælleikandi Símun Eliasen.
Eftir fínu løtuna í dýrdarveðrinum, sum tað tíverri ikki vóru fleiri enn gott og væl sjey hundrað eygnavitni til, sjálvt um HB var í førðingardagshýri og bjóðaði øllum at koma inn uttan at gjalda, kann niðurstøðan ikki verða øðrvísi, enn at HB samantalt tapti fyrst og fremst fyri sær sjálvum. Teir uppdagaðu ov seint mikukvøldið, at hetta mótstøðuliðið avgjørt var at tosa við, og teir gjørdu ov nógv persónlig mistøk á steikipannuni í Georgia. Nú er hetta rættuliga, rættuliga harmuligt.
Ikki minst er tað at iðra seg yvir, at HB kundi havt verið uppaftur betri fyri, um teirra vandamiklasti maður, Rógvi Jacobsen, ikki hevði havt verið leikbannaður í báðum dystunum, tí hann í fjør fekk reytt kort.

Ungt álop
HB liðið var nakað broytt sammett við tað í Georgia. Í fyrra dystinum leikti HB við fimm monnum á miðvøllinum og einum heilt har frammi. Mikukvøldið vóru teir fýra á miðvøllinum og tveir á álopinum. Emil Nolsøe Leifsson og leikandi venjarin Heine Fernandez, sum hevur trupulleikar í rygginum, vóru hesa ferð á beinkin. Í teirra stað spældu ungu menninir Páll M. Joensen og Hendrik Rubeksen, sum mannaðu álopið.
Longu frá fyrsta bríksli sást, at HB ætlaði sær sigurin. HB legði trýst á mótstøðumenninar langt frammi á vøllinum,. Miðvøllurin var uppsettur, verjuparturin avgjørdur, og álopsmenninir arbeiddu sum hestar, so georgisku mótstøðumenninir ongantíð fingu frið at spæla bóltin ímillum sín.
Heimaliðið fekk alt størri yvirvág, sum fyrri hálvleikur leið, og fleiri ferðir leikaði ógvuliga hart á framman fyri málinum hjá FC Wit. Einar fýra ella fimm ferðir í fyrra hálvleiki hevði HB atsóknir á georgiska málið, sum við eitt sindur av hepni kundu givið mál og viðhvørt áttu at givið mál. Men kanska var tað restandi royndir í altjóða uppgávum hjá ungu monnunum, sum høvdu við sær, at neyvleikin ikki var nóg dyggur.

Jákup borin út
Stutt fyri hálvleik gjørdist tað heila eitt sindur dramatiskt. Fyrst bleiv Jákup á Borg borin av vølli við skaða, sum hann fekk eftir eitt hendiligt óhapp, har hann lendi skeivt á fótinum, eftir at hann hevði verið í luftdysti við georgiskan verjuleikara. Tað sá álvarsamt út, og einki er at ivast í, at missurin í honum kann verða stórur.
Tveir minuttir fyri seinasta bríksli í 1. hálvleiki vóru georgisku meistararnir skerdir. Janus Joensen vann bóltin kontant av miðvallaranum Martsvaladze, sum gjørdist í øðini og sparkaði eftir Janusi, sum hevði spælt bóltin víðari. Írski dómarin var ikki í iva, og reyða kortið kom upp úr buksulummanum.
Útvísingin hevði sjálvandi við sær, at fyritreytirnar hjá HB styrknaðu undan seinna umfarinum.

Ungu eykamenninir settu hol á
Eftir steðgin spenti HB álopsbogan. Verjuleikarin Vagnur M. Mortensen varð fluttur í høgra borð á miðvøllinum. Hetta vísti seg at vera skilagóð avgerð, tí nógvar vandamiklar støður spurdust burtur úr uppleggum frá júst honum.
Í roynd at leggja uppaftur størri trýst á FC Wit setti HB stóra unglingaleikaran Eli Thorsteinsson á vøllin fyri álopsspælaran Hendrik Rubeksen. Eli, ið vanliga er verjuleikari, bleiv sendur heilt fram í álopi, har hann kundi bjóða georgisku verjuni av í luftini. Hetta vísti seg at vera skilagott, tí beinan vegin gjørdist verjan hjá FC Wit nógv ótryggari.
Júst Eli Thorsteinsson var eisini maðurin, sum setti hol á, tá ið 65. minuttir vóru farnir. Ein sending varð løgd fram móti Eli, sum var staddur í vinstra borði av brotsteiginum, og unglingaleikarin slapp inn um georgiska verjuleikaran, áðrenn hann smekkaði í kassan. Fantastiska gott mál av unga manningum, sum bara hevði verið lítla løtu á vøllinum, og sum longu frammanundan málinum hevði havt góðan møguleika.
Tríggjar minuttir seinni økti HB um leiðsluna. Rókur av Fløtum Jespersen, sum var komin á vøllin fyri Jákup á Borg, fekk bóltin áraka brotsteigarmarkið eftir eitt sindur av trunkaspæli. Hann var avgjørdur, smekkaði til, og bólturin small í netmeskarnar, og so var 2-0, og HB tevjaði blóð.
Í Europa Cup høpi er tað ikki vanligt, at tað eru føroysku liðini, sum trýsta, men soleiðis var tað seinna partin av seinna umfarinum. Talan var um støðugt og tungt HB álop. Miðverjin, Símun Eliasen, sum síðstu løtuna var í álopinum, økti til 3?0, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Møguleikar vóru til bæði fýra og fimm mál afturat ímóti mótstøðuliðnum, sum var máttleyst og ikki visti síni livandi ráð. Teir vóru komnir henda vegin at dyrgja eftir javnleiki og so kanska at skora eitt mál. Nú vóru teir í tí støðuni, at teir høvdu tapt, og tað kendist væl, at teir síðstu løtuna vóru bangnir fyri, at teir skuldu missa 5?0 leiðsluna frá heimadystinum.

Óskiljandi stórtap
At HB skal hava tapt so mikið stórt fyri FC Wit á útivølli, er ilt at skilja. Onkur helt fyri, at tað mundi verða eitt eykalið hjá georgiumonnum, sum var á vøllinum mikukvøldið í Havn, men tað vísti seg, at FC Wit bert hevði gjørt eina broyting sammett við fyrra dystin.
Hesa ferð var HB í hvussu so er ein klassa betur enn mótstøðuliðið, ið nærum ongar atsóknir hevði á HB-málið. At FC Wit fekk ein mann riknan av vølli beint fyri hálvleik taldi rætta vegin fyri HB, men tað sigur ikki alt.
Hagtølini vísa , at fyrstu 45 minuttirnar hevði HB níggju hornaspørk, meðan FC Wit einki hevði, og tað sigur ikki so lítið!
Eftir dystin helt HB liðformaðurin, Rúni Nolsøe, eisini, at tað var ein vanlukka, at teir høvdu tapt so stórt í Georgia. Hann ivaðist eisini í, nær HB aftur fær ein slíkan møguleika at spæla seg víðari í Europa Cup.
Hjálparvenjarin hjá Wisla Krakow, polska mótstøðuliðið hjá FC Wit í næsta umfarinum, sum var millum áskoðararnar á Tórsvølli mikukvøldið, tóktist eisini verða fegin um, at tað er FC Wit og ikki HB, sum teir skulu dystast ímóti.
HB vísti framúr avrik, sum allur tann føroyski fótbóltsheimurin kann fegnast um. Men samstundis er væl skiljandi, at tey í HB iðra seg. Málið hjá teimum hevur í fleiri ár verið sum tað fyrsta føroyska felagið at spæla seg víðari til næsta innleiðandi umfarið í Europa Cup. Hesa ferð høvdu teir møguleikan. Teir tóku av á heimavølli, men byrðan, sum teir komu við av útivølli, var ov stór. Tíverri!