- Tað er greitt fyri mongum í russisku elituni, at Russland - stig fyri stig - gongur ímóti einum ósigri, sigur Russlands-granskarin, Pavel Baev, sum starvast fyri stovnin, Institut for Fredsforskning.

Serfrøðingur spáar russiskt skrædl

Ein professari og Russlands-granskari heldur, at ein ukrainskur sigur er í eygsjón, og hann heldur, at fleiri størri bakkøst í krígnum kunnu skapa eina brádliga kreppu í Russlandi.

 

- Tað er greitt fyri mongum í russisku elituni, at Russland - stig fyri stig - gongur ímóti einum ósigri, sigur Russlands-granskarin, Pavel Baev, sum starvast fyri stovnin, Institut for Fredsforskning.

Eftir kraftmikil snarálop hevur ukrainski herurin endurvunnið stór økir, bygdir og býir, har eysturi í Ukraina, sum leingi hava verið undir russiskum valdi.

 

Greinarin og Russlands-granskarin, Pavel Baev, heldur, at ein ukrainskur sigur kann vera í eygsjón, og hann heldur, at tað kann gerast trupult hjá russum at endurvinna initiativið í krígnum.

 

Spurningurin hevur tískil eisini tikið seg upp, hvat ein møguligur ukrainskur sigur kann merkja fyri Russland og tess forseta, Vladimir Putin.

 

- Tað er greitt fyri mongum í russisku elituni, at Russland - stig fyri stig - gongur ímóti einum ósigri, sigur professarin, sum starvast fyri stovnin, Institut for Fredsforskning, róptur PRIO.

 

Og hetta sigur hann við norska Dagbladet í dag.

Granskarin vísir eisini á, at alt er sjálvandi tengt at, hvat fer at henda á hermótunum í Ukraina, men hvørt afturstig hjá russum í Ukraina skapar - og fer at skapa - spenningar í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Í einari greining hjá tankasmiðjuni, ISW, verður sagt, at tað nú er ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, sum í størri og størri mun setir dagsskránna, hvar og hvussu bardagarnir eru, og mett verður, at Russland fer at fáa trupulleikar av veksandi ukrainska trýstinum.

 

Alternativið hjá Moskva er, at russiski herurin aftur endurvinnur initiativið í krígnum.

 

Professarin og Russlands-granskarin væntar ikki, at ukrainar fara at hava ta stóru framgongdina í eystara parti av landinum tær komandi vikurnar, tí russisku støðirnar í Donbass eru ov sterkar.

 

- Men, har suðuri í landinum eru russar sárbarir, og her fara vit helst at síggja framgongd hjá ukrainska herinum gjøgnum heystið, leggur hann aftrat.

 

Í mun til eina røð av øðrum greinarum, sum halda, at kríggið í Ukraina kann vara í fleiri ár, heldur Pavel Baev, at tíðarhorisonturin í krígnum ikki verður so drúgvur kortini, og hann væntar, at talan heldur verður um mánaðir enn ár.

 

Um tað endar, soleiðis sum professarin og granskarin væntar, er tað sambært Pavel Baev ikki óhugsandi, at stríðið verður flutt úr Ukraina til Moskva. - Tað var her, at kríggið byrjaði, og tað er her, at kríggið fer at enda, leggur hann aftrat.

 

Ein størri samrøða við Russlands-granskaran kann lesast á www.dagbladet.no

 

 

 

 

 

- Tað er greitt fyri mongum í russisku elituni, at Russland - stig fyri stig - gongur ímóti einum ósigri, sigur Russlands-granskarin, Pavel Baev, sum starvast fyri stovnin, Institut for Fredsforskning.