Serlæknarnir skulu miðsavnast í Havn

HEILSUVERKIÐ Tað er hvørki gagnligt fyri sjúklingin ella samfelagið at spjaða serlæknaøkini kring landið, sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum

Tað er ikki rætt at skipa serlæknaøki á teimum smáu sjúkrahúsunum.
Tað heldur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Hann er slett ikki samdur við Jóan Petur Davidsen á Suðuroyar Sjúkrahúsi um at fleiri sjúklingar, sum hava brúk fyri urologiskari viðgerð, eiga at verða sendir til Suðuroyar.
- Tað er ongin serdeild fyri urologi í Suðuroy. At ein serlækni í urologi ser í starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, merkir ikki, at vit fyri tað hava eina serdeild fyri urolologi á Sjúkrahúsinum.
Tummas í Garði sigur, at eftir sjúkrahúslógini kunnu sjúkrahús seta á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrinum.
Sostatt hevur Suðuroyar Sjúkrahús onga sergrein í urologi.
Hann er heldur ikki samdur í, at tað sparir Heilsuverkinum nakað sum helst at hava urologi á Suðuroy, tí tann útgerðin, sum er útvegað, er alt ov dýr, og har hava vit brúkt nógvar pengar til onga nyttu.
Læknastjórin á Landssjúrahúsinum leggur afturat, at nýmótans urologi er ein sergrein, sum krevur nógva og dýra útgerð, sum ikki er á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Eitt nú eru urologar stórforbrúkarar av skannara, sum ikki er í suðuroy.
Urologar skulu eisini hava atgongd til serlæknar í doyving, intensiva deild og aðrar hentleikar og tað er ikki til staðar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella í Klaksvík.
Tað merkir, at nógv tað mesta av urologiskari viðgerð, verður gjørd á Landssjúkrahúsinum.
Gongdin er eisini tann, at serøkini hava brúk fyri hvørjum øðrum.
- Serøkini samvirka, tí tá ið ein sjúka skal kannast og viðgerðast er tað ofta eitt samanspæl ímillum fleiri serøki. Verður eitt serøki tikið burtur úr og lagt á eitt annað sjúkrahús, manglar ein brikkur í pusslispælinum, sum gevur eina effektiva sjúkugreining og viðgerð.
Tummas í Garð sigur eisini, at tað er ikki Landssjúkrahúsið, sum býtir sjúklingar ímillum tey trý sjúkrahúsini.
- Tað eru kommunulæknar, sum vísa sjúklingar til sjúkrahúsini. Men har ið bíðilistar hava verið drúgvir, hava vit viðhvørt sent kommunulæknunum ávísingina aftur við boðum um, at vit kunnu ikki taka sjúlingin fyrrenn tá og tá.
Og so hendir tað viðhvørt, at kommunulæknarnir so vísa sjúklingarnar á eitt annað sjúkrahús.
Men sjúkrahúsini mugu eisini sjálvi føra seg fram, tí vit hava frítt sjúkrahúsval, so sjúklingarnir kunnu sjálvir gera av, hvørjum sjúkrahúsi, teir vilja viðgerðast á.
- Tá ið sjúklingur verður vístur á Landssjúkrahúsið, ganga vit út frá, at tað er eitt sjúkrahúsval, sum kommunulækni og sjúklingur eru samd um og tískil kunnu vit ikki bara vísa sjúklingarnar víðari.

Miðsavnast í Havn
Annars er Tummas í Garði sannførdur um, at allar sergreinarnar í Føroyum eiga at verða miðsavnaðar á Landssjúkrahúsinum.
Sergreinarnar verða smalari og smalari, sigur hann.
Hann nevnir eygnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum sum dømi
- Eitt menniskja hevur tvey eygu, sum eru ein tumma í tvørmát. Vit hava tríggjar
eygnalæknar á Landssjúkrahúsinum, men teirra sergrein er at kalla býtt sundur í aftara part í eyganum, nethinnuna o.s.fr. og aftara part í eiganum, hornhinnuni o.sfr.
- Magaskurðlæknar býta eisini magan ímillum sín, so at ávísir læknar taka sær av ovara partinum í búkinum og aðrir taka sær av niðara parti.
Gongdin er eisini tann, at serøkini hava brúk fyri hvørjum øðrum.
- Serøkini samvirka, tí tá ið ein sjúka skal kannast og viðgerðast er tað ofta eitt samanspæl ímillum fleiri serøki. Verður eitt serøki tikið burtur úr og lagt á eitt annað sjúkrahús, manglar ein brikkur í pusslispælinum, sum gevur eina effektiva sjúkugreining og viðgerð.
Sum skipanin er nú, hava vit urologiskar viðgerðir á øllum trimum sjúkrahúsunum og vit hava ortopedi bæði í Havn og í Klaksvík.
- Tað er ikki at gagnnýta tilfeingið til fulnar, sigur Tummas í Garði, sum heldur, at øll serviðgerðin eigur at verða savnað á Landsjúkrahúsinum.
- Men so má støða takast til, hvat tey smáu sjúkrahúsini skulu brúkast til.
Sjálvur sær hann fyri sær, at tey smáu sjúkrahúsini kunnu verða eitt slag av læknahúsi, sum hevur tað akuttu tilbúgvingina í lokaløkinum.
Spurningurin er so, hvussu hon kann verða sett saman. Men soleiðis, sum tær eru settar saman nú, eru tað alt ov dýrar, heldur Tummas í Garði.

Ikki skilagott
Fíggjarliga er tað ikki skilagott, at hava fulla tilbúgving á trimum støðum í landinum, tí tað er bara fáir minuttir á Landssjúkrahúsið við Tyrlu.
- Tá er betri at flyta sjúklingin á Landssjúkrahúsið, har sergreinarnar eru, leggur hann afturat.
Í teimum føri, tað er neyðugt, ber til at fáa ráðgeving frá serlæknamanningini í Havn.
- Serlæknamanningin á Landssjúkrahúsinum hevði verið ein nógv betri tænasta til suðuroyingar og norðoyingar enn tað er at hava onkran hissini serlækna á smáu sjúkrahúsunum.
Men vilja vit varðveita virksemið á smáu sjúkrahúsunum, eiga vit at skipa tað soleiðis, at serlæknatoymi fara av Landssjúkrahúsinum út á tey smáu sjúkrahúsini við jøvnum millumbili í sambandi við sergreinar, sum ikki krevja alt ov nógva útgerð.
- Vit eru so lítil tjóð, at nógv av teirri útgerð, vit hava á Landssjúkrahúsinum krevur í veruleikanum størri fólkagrundarlag, enn vit hava.
- Tí er tað ikki skilagott at spjaða tað enn meiri út á trý sjúkrahús, sum liggja í kapping, hvørt við annað, sigur Tummas í Garði.

LES EISINI GREININA: Kunnu spara milliónir um árið
LES EISINI GREININA:Kundu spart nógvar pengar
LES EISINI GREININA:Má liggja í fastari legu.