Við meir enn 50 útgávum í ár er Bókadeild Føroya Lærarafelags uttan samanbering virknasta forlagið í Føroyum. Men tað er ikki bara talið á útgávum, sum fær Bókadeildina at skara framúr. Tað er nær við, at virðislønir hava lyndi til at regna yvir útgávur hjá forlagnum, og onkur av teimum hevur í ár skrivað seg slóðbrótandi inn í føroyska útgávusøgu.
Fingurin á pulsinum
- Eg vildi ynskt, at onnur forløg í Føroyum høvdu somu umstøður at virka undir, sum Bókadeildin, segði Niels Jákup Thomsen, stjóri á forlagnum á árliga bókadegnum herfyri. Neyvan er tað bara umstøðurnar, sum gera tað - vit onnur kunnu í øllum førum staðfesta, at forlagið megnar at umsita sína orku og játtan á ein fyrimyndarligan hátt, tá tað ræður um barna- og ungdómsútgávur.
Umframt allar tær meir vanligu útgávurnar hevur forlagið aftur í ár víst, at tað ikki aftar seg við at taka av rættiliga avbjóðandi og øðrvísi útgávuuppgávum. Tá ongin annar vildi ella tordi, var tað ikki óvæntað Bókadeildin, sum átók sær uppgávuna at geva út Trøllið hjá Pápaleysa, sum er fyrsta føroyska royndin at geva út eina samansetta bóka/ DVD útgávu. Orginala hugskotið við at samantvinna eitt gamalt føroyskt ævintýr við nýmótans tøkni endaði eisini við at geva Inga Joensen og Grafik Studio Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Trøllið hjá Pápaleysa.
Síðani eru komnar ein røð av útgávum, sum ikki bara eru framúr snøggar, sum til dømis skreytútgávan av Ævintýrinum um Pinocchio, men sum eisini vísa, at Bókadeildin allatíðina hevur ein fingur á pulsinum við tí, sum hendir á altjóða bókamarknaðinum. Herfyri kom til dømis triðja og seinasta bind í tríverkinum Myrkursins Frumevni eitt verk, sum í 2001 kom inn á triðja pláss í altjóða kapping um Aldarinnar Bók. Eisini kann nevnast, at ein av fyrstu útgávunum hjá Bókadeildini í ár var stóra savnið av H.C. Andersen ævintýrum, sum Bókadeildin í samstarvi við H.C.A grunnin gav út í sambandi við H.C. Andersen hátíðarhaldið.
Nú árið er um at verða liðugt, kann ikki sigast annað, enn at Bókadeildin endar tað við manér. Fyrst í hesum mánaðinum varð greitt, at nógv umrødda myndabókin Ein hundur, ein ketta og ein mús er innstillað til Bókavirðisløn Útnorðurráðsins 2006, sum kemur afturat heiðurinum, at bókin í løtuni verður týdd til bæði franskt og íslendskt.
Og sum prikkurin yvir inum gav Bókadeildin fyrr í vikuni út føroysku týðingina av sættu Harry Potter bókini bert fáar mánaðir eftir, at upprunbókin kom út í Onglandi.
Kapping um ungdómssøgu
Hvussu komandi bókaár hjá Bókadeildini fer at hilnast er ilt at spáa um, men okkurt bendir á, at vit kunnu vænta okkum fleiri upprunabøkur á føroyskum. At tað finnast føroyingar, sum duga at skriva dygdargóðar ungdómsbøkur, ivast Niels Jákup als ikki í og sipar til ungdómssøgukappingina, sum forlagið skrivaði út í 1989, tá Skuggar eftir Lydiu Didriksen, Regin og Sára eftir Heina Hestoy og Supeia eftir Sonju Sørensen vunnu ávikavist 1., 2. og 3. virðisløn. Hesar bøkur hava verið trálisnar av føroyskum ungdómi líka síðani, og forlagið eggjar áhaldandi fólki til at lata inn upprunaføroysk handrit. Í eina tíð hevur Bókadeildin arbeitt við tankanum um at skriva út enn eina kapping um nýggjar ungdómssøgur. Væntandi verður kappingin skrivað út í 2006, og so er bert eftir at vóna, at fólk vilja taka við avbjóðingini, sigur Niels Jákup Thomsen.
Fyribils kann Niels Jákup tó avdúka, at ikki færri enn tríggjar upprunaføroyskar ungdómsbøkur verða at síggja í bókahandlunum komandi ár.