Seta aftur nýtt met

Ongantíð hava so nógv fólk verið til arbeiðis í Føroyum sum tað eru nú

Í juli mánað vóru 28.158 fólk til arbeiðis í Føroyum og so nógv fólk hava ongantíð verið á arbeiðsmarknaðinum her. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni og so stórt hevur talið á løntakarum ongantið verið áður. Tað merkir, at í farna mánað vóru næstan 300 fólk fleiri á arbeiðsmarknaðinum enn tað vóru fyri einum ári síðani.

 

Tey, sum eru við í tølunum, eru fólk ímillum 16 og 74 ár, og sum fáa vanliga løn. Talan er bara um tey, sum hava havt eina mánaðarløn, sum, ið minsta lagi, svarar til eina arbeiðaraløn eftir sáttmálanum ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarunum - bæði frá føroyskum og útlendskum fyritøkum.

 

Tað var í 2012, at talið á arbeiðstakarum fór at veksa og síðani er talið økt javnt og samt, og hóast talið veksur enn, er vøksturin avhæsaður eitt sindur hesi seinastu trý árini. Tað eru gott og væl 800 fleiri mannligir løntakarar enn tað eru kvinnuligir – men tað eru eisini væl fleiri menn í Føroyum enn tað eru kvinnur.

 

Størsti vinnubólkur í Føroyum, er bólkurin, sum eitur almennar tænastur, tí har arbeiða yvir 10.000 fólk. Yvir 9.000 fólk arbeiða í privatum tænastum, og restin er so nøkunlunda javnt býtt ímillum fiskivinnu, fiskatilvirking og byggivinnuna. Fyri 30 árum síðani vóru yvir 99 prosent av løntakarunum í Føroyum, danskir ríkisborgarar, men nú er tað talið 93,8 prosent.