Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
-----
Eins og okkara grannalond, hava vit ásetingar um hvussu nógv ung skulu taka eina miðnámsútbúgving. Her heima siga vit, at 90 % av teimum ungu skulu hava eina miðnámsútbúgving. Undir miðnám flokka vit yrkisútbúgvingar. Seinnu árini hava vit lagt okkum eftir, at øll sum eru skikka skuldu sleppa inn á miðnám. Men vit hava ikki í nóg stóran mun givið okkum far um hvussu tilgongdin hevur verið til yrkisútbúgvingarnar. Hyggja vit at tølunum, so síggja vit at talið av ungum ið ferð á studentsútbúgvingarnar økist meðan talið av ungum í yrkisútbúgvingunum fækkast. Lutfallið millum tey ið ganga á miðnám er broytt frá í 2008 at verða tann, at 36 % eru í yrkisútbúgving, hetta lutfall er støðugt minka so tað í 2012 bert eru 22% í yrkisútbúgving í mun til gymnasialu útbúgvingarnar. Tí eiga vit at seta tøl á hvussu stóran part av teim ungu t.d 40% av einum árgangi, ið vit miða eftir fara á yrkisútbúgvingar og arbeiða miðvíst fyri at náa hesum málið.
Hvussu fáa vit fleiri lærupláss
Løgmansrøðan nevnir, at samgongan ferð at royna at eggja vinnuni til at taka fleiri lærlingar og at tað almenna eisini skal seta fleiri lærlingar. Hetta kann gerast betur, tað er ikki nokk bert í orðum at eggja til, tað má fylgjast upp í verki. Hetta kann gerast við, at seta mál fyri hvussu nógv lærupláss altíð skulu verða tøk innan almenna geiran og fáa kommunurnar at gera tað sama. Á sama hátt ber til at økja talið av lærlingum ið vinnan kann taka. Í triðja lagi ber til at seta krøv til tey virkir ið fáa almenn arbeiðir, soleiðis at tað er ein fyrimunur at hava fleiri lærupláss, tá ið metast skal um hvør fær arbeiðið.
Tekniskt yrkisnám eftirmetast
Í heyst byrjar ein nýggj yrkisútbúgvingarskipan, ið nevnist Tekniskt yrkisnám. Henda skipan er ein roynd at fáa eina samanrenning millum SIT- útbúgvingina og vanligu lærlingaútbúgvingini. Í okkara grannalondum verða júst hesar útbúgvingar eftirhugdar í hesum døgum við tí fyri eyga, at skipað hesar so fleiri ung fáa hug at søkja inn á hesar útbúgvingar. Hetta verður gjørt, júst tí man ásannar at ov nógv ung fara til gymnasiala partin av ungdómsútbúgvingunum, við tí úrslitið at alt fleiri ung enda í eini blindgøtu, antin tí teirra úrslit ikki er nóg gott til at fara undir framhaldandi bókliga útbúgving og/ella tí tað er ikki brúk fyri so nógvum fólki við bókligum førleikum.
Tí hevur tað alstóran týdning at skipa yrkisnám so fjølbroytt og tillokkandi sum gjørligt fyri ungdóminum. Tí farið eg at heita á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at Tekniskt yrkisnám verður eftirmett komandi ár og spurningurin hvussu ein kann fjøltáttað tilboðini innan yrkisnám verður tikin upp við tí fyri eyga at seta á stovn fleiri útbúgvingartilboð innan tekniska øki.
Útbúgvingar ið vinnan hevur tørv á
Løgmansrøðan nevnir, at farið er undir at útgreina, hvørjar útbúgvingar ið vinnan hevur tørv á. Tað er skilagott at fáa lýst henda partin, men eg vil ávarað ímóti, at møguligar nýggjar vinnurættaðar hægri útbúgvingar koma ístaðin fyri tær hægri útbúgvingar, ið vit longu hava. Tað ber ikki til at lata upp- og niðurgangstíðir stýra hvat fyri útbúgvingartilboð, ið vit sum samfelag hava. Okkara samfelag er so viðbrekið at vandin fyri at tíðirnar broytast skjótt ger at til ber ikki at forútsíggja hvat fyri førleikar samfelagið hevur brúk fyri. Tí eiga vinnurættaðu útbúgvingarnar at koma aftrat teimum útbúgvingum ið vit hava og ikki ístaðin fyri verðandi útbúgvingar.