Seta serlig krøv til útlendingar sum vilja búgva í Føroyum

Sum er verða eingi krøv sett til útlendingar, sum vilja hava uppihaldsloyvi her, men tann tíðin er við at fara

Í løtuni verða eingi ávís krøv sett til útlendingar, sum vilja flyta til Føroyar at búgva. Men tann tíðin er við at vera farin, tí nú verður arbeitt við eini lóg, sum væntandi verður løgd fyri Løgtingið í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku. Eftir nýggju lógini skulu teir útlendingar, sum vilja flyta til Føroya, hava fingið undirvísing í føroyskum og teir skulu eisini hava staðið eina roynd í føroyskum.

 

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í tilflytaramálum. Tað er Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt hann, hvørjar treytir verða settar teimum útlendingum, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at skal tað eydnast at gera útlendingar til fullgyldugar limir í føroyska samfelagnum, er tað ein treyt, at tilflytarin lærir málið. Men longu nú verða útlendingar eggjaðir til at fara til undirvísing í føroyskum, hóast tað ikki er eitt lógarkrav enn. Tí er undirvísingartilfar útvegað fyri útlendingar, har útlendingar eisini fáa kunning um føroyska mentan og samfelag.

 

Men landsstýrismaðurin staðfestir eisini, at tað er ikki nokk, at útlendingar duga føroyskt, tá ið teir vilja búsetast her. Sum heild er væleydnað integratión ábyrgdin hjá einstaka tilflytaranum, men tað snýr seg eisini í stóran mun um vælvild, hugburð og um at taka ábyrgd í felag.

 

Tí hevur tað stóran týdning, at familja, vinir og nærumhvørvið annars, arbeiðsgevarar og arbeiðspláss, felagsskapir og borgarar taka ábyrgd av, at integratiónin verður væleydnað, sigur hann.