NEVNDARVAL
Á aðalfundi í vikuni fór Tórmóður Djurhuus, advokatur, frá sum nevndarformaður fyri Smyril Line. Hann hevur verið formaður, síðani Framtaksgrunnurin setti pengar á vári 2001 saman við øðrum.
Formaðurin í nevndini skal hava fastan bústað í Føroyum, og Tórmóður gjørdist millum annað tí formaður umboðandi Framtaksgrunn Føroya.
Tórmóður sigur, at dentur varð lagdur á, um hann kundi vera nevndarformaður, meðan nýggja Norrøna varð bygd í Lübeck.
?Hesum játtaði eg. Setningurin, sum eg segði ja til, er nú rokkin. Og hetta er orsøkin til, at eg mynstri av, sigur Tormóður Djurhuus, sum í sínum dagliga yrki sum advokatur hevur savnað sær hópin av royndum seinastu árini.
Á aðalfundinum nýtti Tormóður høvi til at takka fyri samstarvið. Hann helt fyri, at uppgávan hevði verið bæði torfør, stressandi og spennandi.
Hetta er størsta verkætlanin, ið Tormóður hevur tikið lut í, og tað er samstundis eisini størsta einstaka verkætlanin í Føroya søgu. Hetta hevur eisini verið við til at gjørt uppgávuna avbjóðandi og spennandi, heldur Tormóður.
?Eg havi ikki ynskt at mynstra til nýggjan túr, men tankarnir eru sjálvandi innanborða hjá teimum á Smyril Line. Har ber tað neyvan til at taka sær av løttum, tí sum vituligt er, so er nógv at forsvara við nýggjum skipi, sigur Tormóður Djurhuus.
Hann letur kortini onga iva vera um, at hann trýr upp á, at tað ber til við nýggju Norrønu.