Settu met í fjør – hóast koronu

Hóast korona hevur rakt ferðavinnuna hart, hava gistingarhúsini í Føroyum sett øll met í fjør

Hóast korona legði nógv virksemið mest sum lamið í fjør, var tað kortini ikki galdandi fyri føroysku ferðavinnuna. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør settu gistingarhúsini í Føroyum met, tí ongantíð áður hava so nógv gist á gistingarhúsunum kring landið, sum í fjør. Í fjør høvdu gistingarhúsini nevniliga 173.913 gistingar, og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum í vanlukkuliga árinum 2020, tá ið tey bara høvdu góðar 94.000 gistingar. Her er talan um persón-gistinætur.

 

Tað merkir, at gista trý fólk í 10 dagar á einum gistingarhúsi, er talan um 30 persón-gistinætur. Annars hava alsamt fleiri fólk gist á gistingarhúsunum hvørt einasta ár nú í nógv ár og í 2019 høvdu tey 166.452 persóngistinætur – men í ár eru tølini so upp aftur hægri.

 

Men støðan er eisini tann, at ferðavinnan er rættiliga ójavnt býtt ímillum Havnina og økini kring landi, tí næstan allar gistingarnar eru á gistingarhúsunum í Havnini. Í juli mánað, tá ið ferðavinnan var í hæddini, vóru yvir 27.400 fólk á gistingarhúsunum í Havn, men á gistingarhúsum á bygd vóru bara 3.800 fólk.