Seinast í november kom fram at SEV fór at hava umboðsnevndarfund 12. desember 2003 um framhald av vatnorkuútbyggingini í Eysturoy.
Ein so stórtøkin verkætlan má umhugsast væl og virðiliga og ikki hurlast ígjøgnum.
Eiði 2 ætlanin er at taka alt vatn av vestursíðuni á sunnaru helvt á Eysturoynni í ca. 200 m. hædd norður til Eiuðisverkið.
Hetta er mett at geva 17 mill. K.W.T. um árið, og kostnaðurin mettur til ca. 150 mill. kr. Vit meta at Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag (FNU) hevur skyltu at mæla til at henda ætlan ikki verður gjørd í skundi.
Er bráðneyðugt at økja el-framleiðsluna, klára 6 vindmyllur í Vestmanna at framleiða líka nógv, og íløgan er ca. 30 mill. kr.
Verður Eiði 2 útbygt, verður farið víðari við Eiði 4 og vatnið á vestursíðuni á Skálafjørðinum í 200 m. hædd endar eisini í Eiðisflógva.
Neyðugt er at endurskoða ætlanina og hyggja at útrokningunum frá felagnum Berdal. Tær vísa klárt at útbygging í ca. 300 m. hædd gevur nógv meiri og bíligri orku enn útbyggingin í 150 m. hædd.
Nýggjari regnmátingar vísa eisini at tað regnar nógv meira í erva, enn áður mett.
Eiðisætlanin kundi givið nærum dupult so nógva orku, um lurtað varð eftir serfrøðini.
Útbyggingin í 300 m. hædd krevur eina eyka turbinu onkustaðni.
Verður turbinan við Skálafjørðin, kann vatntrupulleikin við Skálafjørðin verða loystur og munandi meira vatn kemur í fjørðin, ið vistfrøðiliga er illa fyri.
FNU roynir at verja umhvørvið.
Útbyggingin í 300 m. hædd er umhvørvisliga nógv tann frægara loysnin og samsvarar eisini betri við Rio-sáttmálan um burðardygga menning.
Sum brúkarar mega vit krevja at fáa sum mest fyri íløgurnar og at verkætlanin er so umhvørvisvinarlig sum gjørligt.