SEV undirvísir í Húsahaga

SEV upplýsir á heimasíðu sínari, at felagsskapurin sær tað sum sína skyldu at veita undirvísing um sítt virksemi.

 

Vit eiga øll SEV og tí vilja tey geva frálæru í el-nýtslu, orkuframleiðslu og hvussu mann skynsamt kann nýta el-orku.

 

Undirvísingin fer fram í nýggjum hølum í Húsahaga og seinnu helvt av seinasta skúlaári fingu 340 9. floksnæmingar undirvísing í Húsahaga.

 

- Undirvísingin fer nú fram í einum sera væl hóskandi umhvørvi, har náttúra, grøn orka og tøkni ganga upp í eina hægri eind, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

SEV hevur sum endamál at framleiða 100% grøna orku í 2030 og partvíst er tað eisini ein orsøk til, at SEV hevur undirvísing.

 

- Vit skulu fáa sum mest burtur úr varandi orkukeldunum og nýta orkuna við skili. Við hollari undirvísing er SEV við til at sáa rætta hugburðin í ungu ættarliðini, lærarar og aðrar vegleiðarar, sum dagliga starvast við børnum og ungum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri við heimasíðu felagsins.

 

Tað eru starvsfólk hjá SEV, ið standa fyri undirvísingini.