Seyðamaðurin á Sondum avdúkaður

Leygardagin 19. juni verður hátíðardagur í Sandavági, tá stóra standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað.

Síðan februar 2016 hevur ein arbeiðsbólkur við Dagbjørn Hansen, Sjúrða Poulsen og Sonna Nielsen arbeitt við eini ætlan at reisa eina standmynd av Seyðamanninum á Sondum. Hans Pauli Olsen, myndahøggari varð biðin um at evna standmyndina til, og verkætlanin er stuðlað av fyritøkum og einstaklingum úr Vágum, umframt øðrum fyritøkum í Føroyum. Vága kommuna hevur fyrrreikað økið, har standmyndin stendur, beint við Sandvágs kirkju.

 

Kvæðið um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum. Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.

 

Søgnin sigur:

 

Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.

 

Í sambandi við avdúkingina verður hátíðarhald í Sandavági, leygardagin 19. juni klokkan 16.00.

 

– Eftir ráðførslu við koronaráðgevingina verður mett, at tað ráðiligt at halda tiltakið, sum verður uttandura, við góðum møguleika fyri at halda frástøðu, sigur kommunan.