Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir verður við á Summar Festivalinum um vikuskiftið.
Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.
Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.
Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.
Herborg Torkilsdóttir hevur framførslu saman við Rakul Petersen á Torginum fríggjakvøldið klokkan 00:30.