Fiskivinna
Ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur eru í Saltangará í morgun við umleið 440.000 pundum av upsa. Hetta er ein vanligur túrur hjá skipunum, sum hevur vart í eina góða viku.
Lína og gørn
Línuskipið Váðasteinur er eisini inni í dag. Teir hava millum 40.000 og 50.000 pund, sum teir hava fingið á Reykjanesrygginum. Meginparturin av veiðini er toskur.
Garnaskipið Oknin landar eisini í dag; teir hava eini 8.000 pund av svartkalva.
Á landingarmiðstøðini í Saltangará vænta tey ikki tær stóru landingarnar aftrat hesa vikuna, men heilt óhugsandi er ikki, at onkur landing verður seinni í vikuni.
- Sum er, vænta vit einki aftur fyrr enn mánadagin, men man veit jú ongantíð, um skipini renna seg í nógvan fisk, siga tey.
Aðrar landingar
Seinasta fríggjadag løgdu Stelkur og Bakur eina minni nøgd av fiski upp. Teir gjørdu av at bróta túrin av, tí líkindini vóru so vánalig – og heldur byrja nýggjan túr. Veiðan, teir løgdu upp, vá 80.000 pund.
Seinasta hósdag landaðu Stjørnan og Polarhav í Saltangará. Teir høvdu 418.000 pund.
Mikudagin vóru Jaspis og Ametyst inni við 228.000 pundum, og týsdagin vóru Rókur og Lerkur við 364.000 pundum.
At kalla øll veiðan hjá ísfiskatrolarunum er upsi.