Tað eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at skipini koma inn at landa síðst í næstu viku.
- Korona ger, at tað er ógvuliga ivingarsamt, nær ísfiskalínuskipini loysa aftur. Hinvegin eru øll frystilínuskipini til fiskiskap, verður lagt aftrat.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin er góður, men veðrið verður ivasamt. Haraftrat ger korona eisini, at tað er lítil útróður.