Shakira skal gjalda bót og fær treytaðan fongsulsdóm

Skattamál ímóti Shakiru endaði átta minuttir fyri fyrsta rættarfundin við millióabót og treytaðum dómi

 

Shakira  kemur í ljósareyðum klæðum til rættarfundin í Spania og smílist á veg inn. - Foto: Pau Barrena/Ritzau Scanpix

Columbianska poppstjørnan Shakira hevur í dag gjørt semju við spanska ákærumyndugleikan og sleppur harvið undan rættarmáli, hare hon stóð ákærd fyri ikkiat hava goldið 14,5 milliónir evrur í skatti í Spania.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Sum liður í avtaluni skal hon gjalda eina bót, men sleppur undan at fongsulsdómi. Bótin er 7,3 milliónir evrur – umleið 54 milliónir krónur.

Shakira fær sambært tíðindastovunum AFP og AP ein treytaðan dóm upp á trý ára fongsul. Tá dómurin er treytaður, skal hon ikki sita dómin.

Tað upplýsir dómarin undir fyrsta rættarfundinum í málinum.

Shakira svaraði sambært AP »ja«, tá hon varð biðin um at vátta tey seks ákærupunktini um ikki at hava goldið saktt í tíðarskeiðnum.

Tær 14,5 evrurnar svara til slakar 110 milliónir krónur. Sambært ákærumyndugleikanum eru tað pengar, sum hon skjuldi havt goldið í inntøkuskatti í Spania millum 2012 og 2014. 

Sambært ákæranum var Shakira í Spania í meira enn seks mánaðir um árið í tíðarskeiðnum frá 20212 til 2014. Hon hevði tí havt varandi uppihald í landinum, var pástandurin.

Ákærin í málinum hevði sett fram uppáhald um, at songkvinnan skuldi dømast upp til átta ára fongsul. Men sum úrslit av semjuni verður tað ikki soleiðis.

Yvir 100 vitni stóð á listanum at verða partur av rættarmálinum komandi vikurnar, skrivar AP. Í staðin varð málið endað eftir bara átta minuttum.

 

##med2##

 

Shakira sang »Waka Waka«, sum var almenni sangurin til HM í fótbólti í 2010

 

Um semjan, har Shakira viðgongur vantandi gjalding av skatti og hevur gjørt semj um eina treytaða revsins, sigur hon í skrivlitu boðum sambært BBC:

– Meðan eg var til reiðar at verja,m at eg var ósek í rættarmáli, sum advokatar mínir vóru vísir í, fór at fella til mín fyrimun, so havi eg gjørt av at enda hetta málið við tonkunum hjá børnum mínum.

Í boðunum skrivar hon, at børnini ikki vilja síggja hana »ofra persónligu vælferðs ína í hesum stríði«.

Shakira eigur stór hitt sum »Hips Don't Lie« og »Underneath Your Clothes«.

Hon hevur tvey børn við fyrrverandi fótbóltsspælaranum Gerard Pique, sum spældi við Barcelona frá 2008 til í fjør. Tey búðu saman í 11 ár, til tey fóru hvør til sítt í juni í fjør.

Shakira og Gerard Pique hittust til upptøkurnar av musikkvideoini hjá Shakiru »Waka Waka«, sum var almenni sangurin til HM í fótbólti í 2010.

/ritzau/

 

Shakira  kemur í ljósareyðum klæðum til rættarfundin í Spania og smílist á veg inn. - Foto: Pau Barrena/Ritzau Scanpix