Sharon hóttir Arafat

Ísraelska stjórnin hevur lovað at hevna ógvusligu bumbuatsóknirnar um vikuskiftið, og stjórnin heldur kreppufund í dag

 

Tær báðar ógvusligu bumbuatsóknirnar leygarkvøldið og sunnumorgunin kostaðu 26 ísraelsmonnum lívið, samstundis sum fleiri hundrað vórðu særd. Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, var á vitjan í Washington, men skundaði sær heimaftur.

Hann hevur boðað stjórnini til kreppufundar í dag at viðgera, hvat gerast skal. Talsmaður hansara segði sunnudagin, at stjórnin fer at hevna tær báðar atsóknirnar.

Ísraelska blaðið Haaretz skrivar í dag, at Sharon skal hava hótt við einum hernaðarligum átaki, summ hevur til endamáls at fáa Yasser Arafat frá sum palestinskan leiðara. Sharon segði sunnudagin, at fleiri av teimum næstu medarbeiðarunum hjá Arafat fara at krevja, at hann skal leggja frá sær.

Sharon skal eisini hava sagt, at í veruleikanum hevur Arafat skipað fleiri drápsmannalið í teimum sjálvsstýrandi palestinsku økjunum.

Palestinsku myndugleikarnir hava víst ísraelsku skuldsetingunum aftur, og allan gjár royndu palestinskir talsmenn at sissa ísraelsmenn fyri at forða fyri einum ov ógvusligum ísraelskum hevndarálopi.

Fyri fyrstu ferð eru tey palestinsku sjálvsstýrisøkini sett í undantaksstøðu, og myndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at teir hava handtikið umleið 75 fólk síðani bumbuatsóknirnar í vikuskiftinum.

Amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur hvassliga fordømt tey palestinsku álopini, og Colin Powell, uttanríkisráðharri sigur, at tær blóðigu atsóknirnar eiga at fáa báðar partar at sanna, at tað slepst ikki undan at finna eina friðarliga og varandi loysn á kreppuni.