Tá ið 1. hálvleikur var av, sá tað ikki so galið út, hóast EB/Streymur var aftanfyri 2-1. Málið á útivølli kundi fara at vísa seg at vera sera týdningarmikið í samantalda úrslitinum.
Eftir 90 minuttir vísti máltalvan 6-1. Tennisúrslitið ber ivaleyst við sær, at EB/Streymur hevur lítlan ella rættari sagt ongan møguleika at halda fram í kappingini.
Inntil tað restaðu tjúgu minuttir, var støðan 2-1, men so skrædnaði. Dinamo Tbilsi varðveitti høgu leikferðina, og í nógva hitanum – tað vóru fleiri enn 30 hitastig – gekk orkan undan hjá EB/Streymi. Dinamo Tbilsi skoraði fýra mál í níggju minuttir, og harvið var úrslitið 6-1.
EB/Streymur og Dinamo Tbilsi fara at spæla á Tórsvølli týskvøldið í næstu viku, og tá verður møguleiki at pynta um samantalda úrslitið hjá EB/Streymi.
Dinmo Tbilsi - EB/Streymur 6-1 (2-1)
Týsdagin 15. juli 2013 kl. 19.00 á Boris Paichadze National Stadium í Tbilisi í Georgia
Europeiska meistarakappingin 2. innleiðandi umfar 1. dystur
Dómarakvartett úr Malta:Alan Mario Sant, Alan Camilleri, Roberto Vella og Farrugia Cann Trustin
1-0: Ustaritz 40.
1-1: sjálvmál 42.
2-1: Dvali 43.
3-1: Grigalashvili 72.
4-1: Xisco 75.
5-1: Vouho 77.
6-1: Vouho 77.
Dinamo Tbilsi: Loria - Seturidze, Kvaratskhelia, Ustaritz, Glisic - Merebashvili, Dzaria (Grigalashvili, 24.), Khmaladze, Kvirkvelia - Dvali (Vouho, 71.), Xisco (Khocholava, 88.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Zarkua, Khurtsilava, Papava, Gvelesiani
Venjari: Dusan Uhrin
Gult kort: Khmaladze, Merebashvili
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen (Jóhannes Hansen, 90.+2.) – Pæltur Dam Jacobsen, Arnar Dam - Leif Niclasen, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 76.) – Arnbjørn Hansen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Jóhan Wolles, Árni G. Olsen, Gunnar Zachariasen, Hanus Olsen
Gult kort: Arnar Dam, Marni Djurhuus
Venjari: Rúni Nolsøe
Hjálparvenjari: Meinhardt Dalbúð
LIÐUGT
6-1
90.+2.) 6-1
Jóhannes Hansen er komin inn, og Rógvi E Nielsen er farin av vøllinum.
88) 6-1
Dinamo hevur framt triðju útskiftingina: út er farinXisco, og inn er komin Khocholava
81) 6-1: Vouho 81.
Hetta verða langir tíggju minuttir!
77) 5-1: Vouho 77.
Dinamo Tbilsi tykist ætla sær at avgera alt, áðrenn teir um eina viku koma til Føroyar.
Marni Djurhuus hevur sæð gula kortið.
Brian Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Niels Paula Danielsen (76.)
75) 4-1: Xisco 75.
Nú skrædnaði, og møðin tykist rættulig at gera um seg.
3-1: Grigalashvili 72.
So hevur heimaliðið økt um leiðsluna til 3-1, og trýstið økist støðugt!
71) 2-1
Vouho er komin á vøllin í staðin fyri Dval
70) 2-1
Merebashvili hevur sæð gula kortið eftir frípark ímói Rógva E. Nielsen.
67) 2-1
Arnbjørn Hansen hevur havt fyrstu atsóknina, men bólturin fór framvið málinum.
60) 2-1
Gongdin er tann sama. Trýstið er stórt ímóti málinum hjá René Tórgarð, men enn er einki mál komið í 2. hálvleiki.
55) 2-1
Støðan er tann sama. og týstið hevur ikki verið størri, enn tað var í 1. hálvleiki. EB/Streymur hevur fyrstu løtuna eftir steðgin havt eitt horna.
47) 2-1
Teir eru farnir á vøllin aftur í Tbilsi, og tað eru teir somu ellivu EB/Streyma spælarnir, sum eru komnir á vølin.
----
Teir eru farnir at hvíla seg í Tbilsi. EB/Streymur stríðist ímóti favorittunum í Dinamo Tbilsi og ikki minni ímóti nógva hitanum. Tá ið maltesiski dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð, vóru tað 33 hitastig.
Gongdin hevur verið, sum tað kundi roknast við. Men EB/Streyma spælararnir hava víst, at teir eiga nógvar altjóða royndir. Stutt undan steðginum varð leiðslan, sum heimaliðið tiltuskaði sær eftir hálvan tíma. Heimaliðið gjørdi sjálvmál. Beinanvegin aftaná skoraði Dinamo til 2-1.
Spurningurin er nú, hvussu EB/Streyma spælararnir fara at megna 2. hálvleik í nógva hitanum.
45.+3.) 2-1
HÁLVLEIKUR
43) 2-1: Dvali 43.
Tað gongur øgiliga skjótt. Minuttin eftir at EB/Streymur hevði javnað, svaraði Tbilsi aftur.
42) 1-1: sjálvmál 42.
EB/treymur hevur skorað sera týdningarmikla málíð á útivølli. Ella rættari: tað er heimaliðið,sum hevur skorað sjálvmál!
41) 1-0: Ustaritz 40.
So gekk tað ikki meir. Eftir hornasparksinnlegg hevur Dinamo Tbilsi lagt seg á odda.
40) 0-0
Pætur Dam Jacobsen hevur sæð gula kortið.
35) 0-0
Nú var aftur stutt millum atsóknirnar. Í einum føri varð blokerað, og í tí næsta fór bólturin við síðuna av málinum hjá René Tórgarð.
33) 0-0
Maltesiski dómarin bríkslar ofta. Tað er stutt millum frísparkini - báðar vegir.
31) 0-0
Heimamenninir ótolnast. Hesa síðstu løtuna haa teir gjørt tvey fríspørk.
Khmaladze hevur sæð gula kortið fyri fríspark ímóti Pætur Dam Jacobsen.
29) 0-0
Nú er stutt millum hornaspørkini hjá heimaliðnum, og tað eru spenta støður í EB/Streyma brotsteiginum!
24) 0-0
EB/Streymur hevur aftur havt horna, sum Gert Hansen legði innfyri. Tbilsi hevur skift út orsaka av skaða.
21) 0-0
Arnbjørn Hansen hevur fyrstu ferð verið upp á spæl í mótálopi, men hann varð steðgaður, tá ið teir gjørdu frísark ímóti honum.
16)0-0
Trýstið á EB/Streyma málið er stórt, men higartil hevur tað eydnast at verja fyri.Spælararnir ofra seg!
13) 0-0
EB/Streymur hevur havt fyrsta hornasparkið. Niels Pauli Danielsen legði innfyri,men tað spurdist einki burturúr.
10) 0-0
Heimaliðið Tær royndi hava verið ímóti málinum hjá René Tórgarð, og heimalðið hevur havt eitt hornaspark, men tað er framvegis málleyst.
5) 0-0
Dinmo Tbilsi - EB/Streymur kl.17.00
Á Boris Paichadze National Stadium í Tbilisi í Georgia
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pæltur Dam Jacobsen, Arnar Dam - Leif Niclasen, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen – Arnbjørn Hansen
Dómarakvartett úr Malta:Alan Mario Sant, Alan Camilleri, Roberto Vella og Farrugia Cann Trustin